Suðuroyartunnilin skal viðgerast uttan drál

- Soleiðis, sum fyrireikingarnar ganga, kann farast undir at bora Suðuroyartunnilin í 2026. Málið má viðgerast uttan drál, sigur Jacob Vestergaard.

- Tað er breið politisk undirtøka fyri at fara undir ein Suðuroyartunnil, sigur Jacob Vestergaard.

Hvørjar vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið?    

 

Vónirnar fyri einum Suðuroyartunli eru góðar. Tað er breið politisk undirtøka fyri at fara undir ein Suðuroyartunnil. Kostnaðurin verður nakað tað sama sum Eysturoyar- og Sandoyartunnilin tilsamans við dagførdum prísum. Tað ræður um at finna røttu fíggingina. 

 

Tað sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður.

 

Hvønn týdning fer ein undirsjóvartunnil at hava fyri Suðuroynna?  

 

- Tað er alt avgerandi fyri framtíðina í Suðuroynni, at tunnilin kemur sum skjótast. Suðuroyggin megnar ikki at halda tørn í mun til restina av landinum og verður meira og meira fjarskotin.

 

Hvør verður framtíðin hjá Suðuroynni, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið?  

 

- Skal Suðuroyggin vera ein javnbjóðis partur av Føroyum, skal farast undir tunnilin skjótast. Vit missa fyri hvønn dag. 

 

Hevur tú eitt boð uppá, nær ein undirsjóvartunnil undir Suðuroyarfirði kann gerast veruleiki? 

 

- Sum fyrireikingarnar ganga, kann farast undir at bora í 2026. Málið má viðgerast uttan drál. Koyrast kann til Suðuroynna fyrra partin av 2030-árunum, sigur Jacob Vestergaard.

 

 

- Tað er breið politisk undirtøka fyri at fara undir ein Suðuroyartunnil, sigur Jacob Vestergaard.