– Skulu fólk í Suðuroynni ikki missa vónina um at ein Suðuroyartunnil, er tað neyðugt at farið verður til verka nú. Tað sigur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi og tí hevur hon nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at fara undir Suðuroyartunnilin nú.
– Hóast tað tykist sum, at semha er ímillum flokkarnar á tingi um ein Suðuroyartunnil, er óvanliga kvirt um hesa risastóru ætlan, sigur hon. Hon sipar til, at enn er einki hent í málinum og tí vil hon hava gongd á fyrireikingarnar beinanvegin. Tað snýr seg at fáa semju um fígging og fíggingarleist, og um eina røð av jarðfrøðiligum kanningum og linjuføring. Og tað snýr seg um at stovna partafelag at standa fyri arbeiðnum.
Peningur er settur av til at stovna partafelagið, og Løgtingið hevur fingið eina ætlan frá Landsverki, har tunnilsverkætlanin er greinað og har mett verður, at tunnilin kostar yvir fimm milliardir. Samstundis hevur nevndarformaðurin í Eystur- og Sandoyartunnlinum mett, at tunnilin kostar góðar tríggjar milliardir. Tað er sera trupult at fyrihalda seg til eina verkætlan, har kostnaðarmetingarnar eru so ymiskat at tað er umleið tvær milliardir á muni.
Sirið Stenberg sigur, at politikarar hava sagt, ferð eftir ferð, at tað skal verða koyrandi ímillum Havnina og Suðuroynna í 20230, men suðuroyingar eru um at missa vónina.
– Dregur Suðuroyartunnilin út, kunnu vit fáa trupulleikar við farleiðini um Suðuroyarfjørð, tí tað tekur eini átta ár frá tí, at farið verður undir arbeiðið til tað verður koyrandi.Skulu fólk í Suðuroynni ikki missa vónina um ein komandi Suðuroyartunnil, er neyðugt at greið og ítøkilig tekin verða givin um, at Løgtingið tekur verkætlanina í álvara, og at arbeitt verður miðvíst, so arbeiðið kann fara í gongd, sigur Sirið Stenberg.