Suðuroyingar fáa helst eina loysn um nakrar vikur

– Men Smyril fer ikki at sigla fleiri túrar enn hann ger nú

Gongst sum ætlað, fer ferðasambandið ímillum Suðuroynna og Havnina, at verða betri um nakrar vikur. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og í samferðslumálum.

 

Seinastu tíðina hevur Smyril havt stórar trupulleikar at røkja ferðasambandið ímillum Suðuroynna og Havnina. Bæði nøgdin av farmi, bilum og ferðafólki, er munandi størri nú, enn tær hava verið og tað merkir, at Smyril er rættiliga ofta seinkaður, umframt, at bilar javnan ikki sleppa við.

 

Í Løgtinginum í dag hevur Sirið Stenberg, spurt landsstýrismannin, hvat hann ætlar at gera við tað. Hon sigur, at støðan var tann sama í fjør, tí tá spurdi hon eisini um málið, og tá varð upplýst, at arbeitt varð við málinum. Men hon heldur, at tað sær ikki út til, at tað er nøkur serlig framdrift í tí, tí eingin loysn er funnin.

 

Jørgen Niclasen ásannar, at støðan er ikki nøktandi og hann heldur, at besta loysnin hevði verið at havt ein greiðan skilnað ímillum vinnuligan farmaflutning og ferðafólkaflutning. Hann sigur, at tey hava tosað við privat flutningsfeløg um at føra farm ímillum Suðuroynna og Havnina og tað eru tær sinnaðar at viðgera, men tað fer so at krevja, at peningur verður játtaður til tað. Strandferðslan kannar eisini møguleikan at útvega eitt skip afturat til farmasigling.

 

Jørgen Niclasen sigur, at nú verður arbeitt við málinum politiskt og hann væntar ikki, at tað tað verður um nakrar vikur, at ein politisk loysn er funnin. Hann vísir eisini á, at Strandferðslan hevur fingið eina talgilda bíleggingarskipan til farm í gildið fyri Smyril so at tær stóru fyritøkurnar, sum hava nakað at flyta, skulu bíleggja sær pláss til farm. Tað hevur hjálpt, tí farmurin er nú spjaddur upp á fleiri túrar.

 

Ein loysn, sum hevur verið nevnd, er at lata Smyril sigla fleiri túrar, eitt nú at sigla farmatúrar um næturnar. Men tað er Jørgen Niclasen ikki sinnaður til, í Strandferðslan hevur gjørt greitt, at hann tolir ikki meiri sigling enn hann hevur nú. Orsøkin er, at hvørja ferð, hann leggur at, ella loysir, eru so nógvar ristingar í skipinum, at tað slítur motorar, og annað, rættiliga illa. Skal Smyril sigla enn meir, er vandi fyri, at okkurt gongur fyri brádliga, og so er einki skip, og Jørgen Niclasen sigur, at tað vil hann ikki skal henda.