Tær flestu kommunurnar í Suðuroy hava rættiliga fitt meiri av pengum at rumma við hesar báðar fyrstu mánaðirnar í ár.
Ein uppgerð hjá Taks vísir, at inntøkurnar hjá teimum av skatti eru munandi størri í januar og februar í ár, enn tær vóru í sama tíðarskeiði í fjør.
Í Hvalba, hava tey fingið 3,6 milliónir inn í skatti, higartil í ár, og tað eru 665.000 krónir meiri enn í fjør, ella 22,6 prosent meiri.
Framgongdin er eisini stór í Vági, har tey hava fingið slakar 6,8 milliónir inn í skatti í januar og februar, og tað er næstan ein millión, ella 17,3 prosent meiri enn í fjør.
Á Tvøroyri standa tey lítið aftanfyri, tí har hava tey 9,2 milliónir inn í skatti higartil í ár, og tað er 712.000 krónur, ella 8,4 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Í Porkeri hava tey fingið slakar 1,4 millión inn í skatti í ár, og tað eru 10,4 prosent meiri enn í fjør og í Sumba hava tey fingið slakar 1,5 milliónir inn í skatti, ella sløk 11 prosent meiri enn í fjør. Í Hovi hava tey fingið 537.700 krónur inn í skatti í ár, og tað er ein vøkstur upp á 5,3 prosent.
Einasta kommuna í Suðuroy, sum fekk minni í kassan í januar og februar í ár, er Fámjin, har skatturin var 422.600 krónur, og tað eru 3,4 prosent minni enn í fjør.