Sig so, at tað ikki betalir seg at mótmæla....
Táið tað frættist, at Smyril skuldi í dokk í ein heilan mánaða, og at Dúgvan skuldi røkja suðuroyarsiglingina ta tíðina, varð eitt ramarskríggj í Suðuroy. Og skjótt heglaðu mótmælini niðuryvir báði Strandferðslu og Landsstýrið.
Men táið møguleikin varð nevndur, at lata Norrønu røkja suðuroyarsiglingina ímeðan Smyril var í dokk, mundi nokk tey flestu taka tað sum skemt...
Men hvussu var og ikki:
Dúgvan verður ikki sett í suðuroyarsiglingina. Og suðuroyingar fingu sína Norrønu.
Síðani suðuroyingar gjørdu vart við sína misnøgd við Dúgvuna, hava Strandferðslan og landsstýrið arbeitt við ymsum ætlanum.
M.a. varð møguleikin kannaður at lata Norrønu røkja suðuroyarsiglingina.
Og nú er tað so endaliga avgjørt í Landsstýrinum, at at tað verður Norrøna, sum skal røkja suðuroyarsiglingina ímeðan Smyril er í dokk.
Edmund Joensen, løgmaður, og landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at Landsstýrið hevur gjørt av at leiga Norrønu til suðuroyarsiglingina so leingi Smyril er í dokk.
Men ætlanin skal góðkennast í fíggjarnevndini. Og hon hevði fund um málið í gjár, men úrslitið var ikki greitt, táið blaðið fór til prentingar
Men eftir, hvat skilst á fíggjarnevndarlimum, fara trupulleikar ikki at standast av tí. Ikki minst tá ið tað er lagt so til rættis, at tað ikki førir eykaútreiðslur við sær.
Broytt eitt sindur
Men leigumálið ber í sær, at ætlanirnar eru broyttar eitt sindur.
Smyril skuldi í dokk 20. apríl, men hann fer nú eina viku fyrr.
Edmund Joensen sigur, at tað ber til at broyta dokkætlanina hjá Smyrli.
Tað vil so siga, at Norrøna skal byrja í Suðuroyarsiglingini sjálvan summarmáladag, triðja páskadag, týsdagin 14. apríl.
Tað er dagin eftir, at hon er komin aftur av páskaferðini til London.
Eftir ætlanini skal Norrøna røkja Suðuroyarsiglingina í 20 dagar, sum er tíðin arbeiðið uppá Smyril er roknað at taka
Men verður Smyril ikki klárur til tíðina, er einki í vegin fyri at leingja leigumálið í nakrar dagar afturat , sigur Edmund Joensen.
Hann leggur afturat, at hetta er ein loysn, hann er komin ásamt við partamann sín í Suðuroynni um.
Ein møguleiki hevur verið nevndur, at bara tað mest neyðuga verður gjørt við Smyril nú, men at ymsar aðrar ábøtur verða at bíða til seinni.
Men tað verður ikki. Løgmaður sigur, at nú Smyril fer í dokk, verður hann gjørdur liðugur.
Kostar 1,7 millión
Men áðrenn henda ætlanin kann setast í verk, skal fíggjarnevndin góðkenna hana.
Edmund Joensen sigur, at landsstýrið hevur biðið fíggjarnevndina um loyvi at brúka 1,7 millión til Norrønu hesar dagarnar.
Men hetta skal alt takast av eini játtan hjá Strandferðsluni, sum hon ikki kemur at brúka, og tað fer tí ikki at føra eykaútreisðlur við sær, hvørki fyri Strandferðsluna, ella fyri landskassan.
Strandferðslan hevur fimm milliónir á eini konto, sum skuldi brúkast til at longja Másan fyri.
Men Skipasýnið góðtekur ikki, at Másin verður longdur, og tí eru teir pengarnir tøkir hjá Strandferðsluni. Og av teimum fimm milliónunum, verður so 1,7 millión tikin av til at leiga Norrønu fyri.
Býráðið má betala
Fyri at Norrøna kann liggja bundin á Drelnesi, verður neyðugt at gera ein pullart longri inni at binda.
Atløgubryggjan á Drelnesi er einans 78 metrar, men Norrøna er 130 metrar.
Ivamál hevur staðist av, hvør skal betala hesa íløguna, sum væntandi verður omanfyri 50.000 krónur.
Páll Vang, Býráðsformaður á Tvøyryri hevur sagt, at kommunan fer at royna at fáa landsksassan, og Strandferðsluna at verða við at betala hesa íløguna.
Men vilja teir almennu kassarnir ikki tað, fer kommunan at betala pullartin sjálv.
Og tað verður hon helst noydd til.
Tí Edmund Joensen, sigur, at hann gongur út frá, at kommunan sjálv betalir tað, sum skal gerast.