Í nakað av vindi, var seinasta umfarið av várkappingini í Ódnartøkum róð í Vestmanna í gjár. Onkrir nýggjir vinnarar vóru í róðrunum.
Kappast hevur verið trý vikuskiftir har byrja var flaggdagin í Havn, síðan var róð í Runavík og seinasta umfari var so í Vestmanna í gjár. Kappingin hevur eydnast væl. Hóast tað er tíðliga á árinum og veðrið ikki av tí besta, hava fyrireikarnir lagt seg eftir, at róðrarnir eru á støðum, har rógvandi er í nærum øllum veðri. Onnur støð hava verið uppá tal sum td. Miðvágur, Vágur og Eiði har rógvandi er innan fyri havnaløg og brimgarðar. Men tað verður so kanska eina aðru ferð.
Í liðkappingini, sum er ein kapping har feløgini gera lið við trimum bátsmanningum á hvørjum liði, vann eitt samansett lið hjá Frobiar Sóknar Róðrarfelag og Fuglafjarðar Róðrarfelag. Nummar tvey gjørdist Havnar Róðrarfelag og nummar trý Róðrarfelagið Knørrur.
Hjá 5-mannaførum við gentum var vinnarin hin sami, sum í hinum umførunum. Firvaldur av Tvøroyri vann allar róðrarnar, meðan Jallurin gjørdist nummar tvey og Drekin nummar trý. Hetta gjørdist eisini samlaða støðan í kappingini hjá 5-mannaførunum við gentum.
Hjá 6-mannaførunum við monnum, vann Gongurolvur hjá Havnar Róðrarfelag sannførandi allar róðrarnar í triðja umfari. Nummar tvey gjørdist Rádni úr Fuglafirði meðan Sølmundur gjørdist nummar trý. Samlaði vinnarin gjørdist Gongurolvur, nummar tvey Rádni og Jallurin gjørdist nummr trý.
Hjá 5-mannaførum við kvinnum vann Erla Kongsdóttir øll umførini. Nummar tvey Drekin og nummar trý Jallurin. Samanlagt vann Erla Kongsdóttir Ódnartøkini, nummar tvey var Jallurin og nummar trý Teistin, sum ikki var við í umfarinum í gjár.
8-mannafars róðurin var óiva mest spennandi róðurin í gjár. Vágbingar luttóku í gjár, fyri fyrstu ferð í mong ár, við einum 8-mannafari. Teir keyptu í heyst Ørv frá Havnar Róðrarfelag og hava kallað bátin Tofta Regin. Vágbingar vunnu allar tríggjar róðrarnar í seinasta umfarinum. Men sera tætt var millum bátarnar. Argjabáturin, Heiðabátuin og Miðvingur góðu honum skarpan gang. Roknast kann tí við einum sera spennadi róðrariári millum 8-mannaførini í ár. Ì samlaðu Ódnartøkunum vann Argjabáturin, meðan Heiðabátuirn gjørdist nummar tvey og Tofta Regin nummar trý.
Hjá 10-mannaførunum vann Havnarbáturin allar róðrarnar í gjár. Ormurin Langi gjørdist nummar tvey og Nólsingur nummar trý. Drekin Reyði, sum vann fyrsta umfar, var ikki við í gjár. Samlaða støðan gjørsist at Havnarbáturin vann kappingina, Ormurin Langi nummar tvey og Nósloyingur nummar trý.