Tað verður Sanoyarstevna komandi vikuskiftið.
Hetta er bert ein av teimum mongu bygdastevnunum sum eru og sum ikki hevur FM-kappróður við á skránni.
Tí má finnast uppá okkurt annað og her kemur súkklingin inn í myndina.
Tað er ikki so øgiliga langt síðan at føroyingar fóru at kappsúkkla, men úrslitini á Oyggjaleikunum hava økt áhugan fyri hesi ítrótt.
Kappingin kring Sandsvatn, verður skipað sum ein einkultstartkapping, har súkklararnir verða sendir avstað ein og ein við einum minutti í millum hvønn.
Tann súkklarin, sum hevur bestu tíðina verður vinnari.
Teinurin, sum súkklast skal er 12 kilometur. Súkklað verður tvær ferðir kring vatnið.
Fyrireikararnir heima á Sandi vóna, at nógvir lokalir súkklarar verða við. Teinurin er so stuttur, at bæði børn og vaksin klára at súkkla hann uppá rímuliga stutta tíð, stendur í tíðindaskrivinum frá Ungmannafelagnum Virkið.
Fyrireikararnir hava verið so hepnir at fáa nakrar súkklarar úr Tórshavnar Súkklufelag at luttaka. Hesir eru í góðum formi, so sandoyingar fáa nakað at kappast ímóti.
Tað skal tó sigast, at teir báðir fremstu í Grand Prix-kappingini, Gunnar Dahl-Olsen og Jóhan Brend verða ikki við heima á Sandi, tí teir eru burturstaddir.
Súkklukappingin kring Sandsvatn byrjar klokkan 17 sunnudagin og málið er við Meginskúlan.
Eingin tilmelding er nevnd í tíðindaskrivinum frá Virkinum, so tað er bara at vóna, at nógvir sandoyingar, bæði smáir og stórir fara at taka lut.
Einasta luttøkutreyt er, at allir súkklarar brúka hjálm.