Sulskis og sviar vunnu

Forkunnuga talvkappingin Klaksvík International er av á hesum sinni. Stórmeistarakappingin, sum er sterkasta kapping, sum telvað er í Føroyum nakrantíð, borðreiddi við spenningi, áhugaverdum talvum – beinleiðis um alnetið – upp og niðurtúrum, men ikki minst áræði til, at enn fleiri kappingar av slíkum slag verða í Føroyum

Talv

 

Farnu vikuna vóru níggju telvarar savnaðir til GM-kappingina Klaksvík International 2008. Serliga høvið var, at Klaksvíkar Kommuna í ár fylti 100 ár, og varð hetta markerað við lít í einum av sigursvandu talvøkjunum í landinum: fýra stórmeistarar, tveir altjóða-meistarar, tveir fidemeistarar, harav Heini Olsen, umframt Martin Poulsen og Olaf Berg úr Føroyum, telvaðu “allir-móti-øllum” í Klaksvík.

Talan gjørdist um eina sera stóra avbjóðing hjá føroysku umboðunum, sum vóru seedaðir aftast í sterka feltinum. Hinvegin gav sterka mótstøðan rímiligar møguleikar fyri at vinna IM-normar, tí kravið til vunnin stig, gjørdist tilsvarandi minni.

 

Fightarin Sulskis vann

Litavski meistarin frá 2007, og sum gjørdist nr. 2 í 2008, stórmeistarin GM Sarunas Sulskis, úr Litava, livdi fult og heilt upp til favorittrolluna í kappingini. Var í oddinum frá fyrsta til seinasta leik. Vann kappingina 1 stig fremri enn kappinarneytarnir.

Krútsterki Sulskis var sum unglingi partur av talvumhvørvinum í Sovjetsamveldinum, áðrenn múrurin fall og Litava gjørdist sjálvstøðug tjóð. Evnaríki telvarin úr Litava luttók í talvskúlanum hjá navnframa Botvinnik. Skúlin har bert tey allar bestu innan telvingina hava atgongd. Forkunnugt er tað, at ivaleyst besti telvari nakrantíð, Garry Kasparov, um somu tíð var partur í hesum umhvørvinum. Nevnast kann eisini, at Sulskis telvdi kvalifikatiónsdystir um HM-heitið í 1997, sum hann tó tapti ímóti Svidler. Bæði Kasparov og Svidler hava vitjað Føroyar í talvørindum.

Í talvi, er tá samanborið verður við annan ítrótt, møguleiki fyri at semjast um javnleikin. Tó eru ábendingar um, at hesin møguleikin er við at verða útilokar sum frálíður. Í útgangsstøðinum er Sulskis av teirri fatan, at javnleikurin skal prógvast, til ikki meira er í støðuni. Tí sat vinnarin, sum oftast til síðsta mann – í tímavís - og stríddist, at fáa sigurin til høldar hóast støðan til at síggja var jøvn. Fasinerandi fightari úr Litava.

 

Semcesen úr Svøríki vann IM-normin

Umframt spenningin um plaseringar, var serligur spenningur um, hvørt tað mundi fara at hepnast føroyingum at vinna IM-normar í kappingini. Lokali, Heini Olsen, tørvar bert tann eina IM-normin, til tess at gerast Altjóða Meistari í Talvi.

Tað vísti seg tíðliga í kappingini, at talan gjørdist um ein orrustu ímillum Daniel Semcesen úr Svøríki og Heina Olsen, hvør av teimum, tá avtornaði, náddi málinum. Tað sýntist ikki, sum at báðir megnaðu at røkka málið. Tí var tað eitt satt “lagnu-talv” tá hesir báðir brustu saman í 7. umfarinum. Sviin dróg, við hvíta fólkinum, longra stráðið og vann talvið og tá kappingin varð lokin, var tað júst “hetta stigið”, sum restaði í hjá Heina, meðan Semcesen júst rakk teim 5 stigunum og IM-norminum.

Talan er um fyrsta IM-normin hjá Semcesen, eftir í fleiri umførum at hava verið nær við, men har hann er snávaður. Í Klaksvík bar til !