– Sum 7 ára gamal headbangaði eg til Rod Stewart

Tónleikarin í heita stólinum hjá Sosialinum: John Åge Frost

Hvørjum lurtar tú mest eftir fyri tíðina? 

 

Tann plátan, eg nokk koyri frá mest fyri tíðina, er sjálvnevnda debut-plátan hjá amerikanska funeral doom metal bólkinum Oromet. Hon kom út í fjør, og hóast útgávan er 43 minuttir long, eru tað einans 3 løg á henni. Tað kann tykjast seint og brutalt, men har er ein einastandandi vakurleiki og eitt pathos, sum eg sjáldan havi hoyrt í tónleiki.

 

Hvørjum lurtaði tú mest eftir fyri sum heilt ungur?

 

– Eg kann minnast sum á leið 7-ára gamal, at eg lurtaði eftir og headbangaði til plátuna “Vagabond Heart” hjá Rod Stewart. Tað er kanska fyrstu ferð, at eg havi hoyrt rokk tónleik, og mær dámar enn at koyra nøkur av teimum løgunum frá, til dømis ”Rhythm of My Heart” ella ”The Motown Song”.

 

Hvønn sang kanst tú hoyra umaftur og umaftur, uttan at blíva troyttur av honum?

 

– Tað má vera eitt longri lag, um man seint skal troyttast av tí, haldi eg. Eg haldi, eg velji ”Ghost of Perdition” hjá svensku Opeth av teirra áttandu plátu “Ghost Reveries”. Ein genialur opnari, spældur til perfektión, av nøkrum av teimum bestu rokk- og metaltónleikarunum í heiminum. Nógv spennandi petti, og ein góð balansa millum tað harða og tað bleyta, og eisini millum tað melodiøsa og tað ósamljóðandi.

 

Er nøkur útgáva, sum tú heldur vera serliga góða?

 

– Har eru nógvar, alt for nógvar at velja ímillum. Eg haldi, eg velji okkurt, sum ikki kemur frá tí harða rokkinum ella metal heiminum. Eg var kortsíðani í Operaen í Keypmannahavn til útgávukonsert hjá danska electro-rokk bólkinum Spleen United. Teir eru tíbetur komnir í gongd aftur aftaná ein longri steðg. Teirra pláta ”Neanderthal” frá 2008, hóast tað als ikki er stílurin eg lurti mest eftur, er ein sum bara fangar meg frá fyrsta til síðsta lag. 

 

Hvønn sang vildi tú ynskt, tú sjálvur hevði gjørt?

 

Mær dámar væl tónleik, har eg fái eina kensluliga reaktión bert frá tónleikinum sum verður skaptur, og ikki so nógv tekstirnir akkurát. Tí velji eg lagið ”Lathe Biosas” hjá amerikanska instrumentala rokk/metal bólkinum Pelican. Serliga er tað live versiónin frá teirra konsertalbum ”Arktika” frá 2014, sum dugir at mana okkurt fram. Eg haldi, eg lurtaði eftir lagnum 20 ferðir á rað, fyrstu ferð eg hoyrdi tað. Tað minnir meg um ungdómsins styrki og gleðiligar farnar tíðir. 

 

LES EISINI: – Sum tannáringur fjeppaðist eg mest við amerikanskt glam

 

LES EISINI: – Góðar plátur kunnu samanberast við eina trírættaða matstkrá

 

LES EISINI: – Eg blívi ongantíð troytt av hesum sanginum

 

LES EISINI: – Sum ungur lurtaði eg allarmest eftir Pantera

 

 

 

LES EISINI: – "Lonesome Town" er ein tann besti skrivaði sangurin

 

 

 

LES EISINI: – Eg lurtaði eftir øllum frá Selena Gomez til Teitur Lassen