- Tað kennist rættiliga vónleyst at kjakast við hesi fólkini um grind og grindadráp, tí tey byggja sínar meiningar á kenslur, heldur enn á veruleikan.
Tað sigur Sissal Kristiansen, sum í hesum døgum er í Berlin í Týsklandi við merki sínum við brúkslist, Shisa Brand, sum hon roynir at marknaðarføra og profilera.
Hon er boðin hagar av donsku sendistovuni, sum hevur skipað fyri framsýningini "Our Arctic Future", ið skal varpa ljós á bæði Føroyar og Grønland.
Sissal skrivaði í gjárkvøldið á Facebook um, hvussu hon kom til tríggjar møguligar keyparar av vørum frá Shisa Brand, har tey í øllum trimum førunum skuldi verja føroyska grindadrápið, áðrenn tosið yvirhøvur kom inn á vørurnar.
- Tað var sum at fáa frammaná, sigur Sissal Kristiansen, ið á Rás 3 greiddi soleiðis frá, hvussu hon upplivdi nakað, ið fær hana at ivast í, um tað var vert at yvirhøvur satsa upp á týska marknaðin, ið annars skuldi verið akkurát nakað fyri hana.
Í vikuskiftissosialinum er stórt tema um Sea Shepherd og millum annað er prát við Páll Nolsøe frá Løgmansskrivstovuni, um hvørt føroyska svarið hevur eydnast.
Trýst á pílin undir myndina og hoyr Sissal Kristiansen greiða frá, hvat hon heldur.