Sum at vinna gull

Karl Oddmar Rasmussen er ein av royndu kreftunum í Neistanum, men hóast hann hevur verið vi til at vinna tvey FM-gull, so hevði hann ongan tíð áður roynt at spælt Europa Cup hondbólt fyrr enn fyri góðari viku síðani

Hondbóltur

 

- Hetta var ein fantastisk uppliving. Tá vit fóru til útidystin hildu vit, at vit høvdu møguleikan, men vit máttu ásanna, at teir vóru eitt petti hvassari enn vit. Vit vóru ikki so nógv verri enn teir, men tað vísti seg, at teir revsaðu okkum, hvørja ferð vit slakaðu tað allar-allar minsta. Seinastu vikuna hava vit vant nógv undir trýsti, og tað tóktist eisini geva úrslit leygardagin.

Og hvussu var kenslan, tá tit so vunnu.

- Handan løtan á vøllinum beint eftir dystin var fantastisk. Nú havi eg vunnið FM-gull tvær ferðir, men hetta var akkurát líka gott. Seinasta korterið var alt liðið uppi at koyra. Vit kendu á okkum, at sigurin kundi røkkast, og tá alt liðið og allur bonkurin kemur soleiðis upp, er tað fantastiskt at spæla, sigur Karl Odmar.

Men hóast løtan var stór, so tykist Karl Oddmar vera eins skjótur aftur á jørðina, tá vit spyrja hann, um hetta styrkir trúnna um enn eitt FM-heiti.

- Kappingin er lang og hørð, og fyrst og fremst fara vit eftir næsta dystinum. Sjálvandi er málið, at vit skulu vera millum liðini, sum berjast fyri pláss í finaluni til várs, men tað eru altso nógvir dystir, sum skulu spælast, áðrenn tann spurningurin er greiddur, sigur Karl Oddmar Rasmussen.