Sum ein hamari

- Hatta var ræðuligt. Eg helt meg renna akkurát soleiðis, sum eg ætlaði. Men eftir einar 7-8 kilometrar var tað, sum fekk eg ein hamara í nakkan. Frá teirri løtu ráddi so bara um at gjøgnumføra, segði Guttorm Sørensen, tá hann útlúgvaður kom á mál.

Tíðin hjá Guttormi í dag var 1 tíma og 22 minuttir, og tað eru níggju minuttir lakari, enn hann áður hevur runnið. Og hann duldi heldur ikki fyri, at vónbrotið var stórt.