Sum ein stórsigur

Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, helt eftir dystin fyri, at tað var minst líka gott at vinna 1-0 í yvirtíðini, sum at vinna 7-0: – Hesi stigini telja akkurát tað sama, og frøin er ikki minni, nú vit hála sigurin í hús í allarsíðstu løtu, segði hann.

Venjarin rósti sínum spælarunum fyri at vera tolnir og at trúgva upp á tað, hóast spælið ikki var tað besta til tíðir. Samstundis fegnaðist hann eisini um, at René Tórgarð var aftur í málinum, eftir at hann hevur verið út við skaða í langa tíð.

– Ikki tí, Gunnar á Steig hevur roynst okkum væl, men tað er altíð best at hava tveir góðar málverjar tøkar, segði Heðin Askham.