info
Ongi úrslit

Sum eitt gott studentsprógv

Miðaltalið datt niður av 11 til 9,7, men talan er framvegis um karakter væl omanfyri miðal hjá kvinnulandsliðnum í fótbólti, sum nú av álvara eru farnar at gleða seg til størri avbjóðingar

info
Jákup Mørk
2. juli 2003 kl. 12:39
Guernsey: Triði og seinasti dysturin í bólkaspælinum hjá føroysku fótbóltskvinnunum stóð á skránni týsdagin. Mótstøðuliðið hesaferð var Jersey, sum eins og Føroyar høvdu fult stigatal eftir teir báðar fyrru dystirnar, so tað kundi kanska hugsast, at mótstøðan hjá okkara fór at verða nakað harðari hesaferð.
Og tað varð hon so kanska eisini, tí sigurin hesa ferð var ikki størri enn sjey mál. Eitt tal, sum tó ikki sigur tað heilt stóra um dygdina á mótstøðuliðnum, men heldur um, hvussu einaráðandi føroyska liðið er í bólkaspælinum.
Aftur hesa ferð hevði Álvur Hansen nýtt høvið til at eksperimentera nakað við uppstillinginni. Maibritt Olsen, sum nú var afturkomin í øllum góðum, fekk byrjunarpláss á miðvøllinum, og við stórum ídni royndi hon at sannføra um, at hon væl kann taka sær av hesum, um tað skuldi verið størri tørvur á Rannvá ella Eyðvør aðra staðni á vøllinum.

Gleðir seg til finaluna
Eftir dystin fingu vit orðið á liðskiparan á føroyska liðnum, Báru S. Klakstein. Hon er ein av teimum mongu á føroyska liðnum, sum dagliga er von við stórsigrar, nú KÍ hevur vunnið sær mest sum eina serstøðu í føroyskum kvinnufótbólti.
Spurd, hvørt tað ikki kann kennast eitt sindur einstátta, soleiðis bara at vinna stórsigrar, sigur Bára, at tað ger tað sjálvandi.
- Tað sigur seg sjálvt, at tað er stuttligari at spæla dystir, sum eru meira javnir, og tá fært tú eisini aloftast nógv betri spæl fram. Her niðri hava dystirnir í stóran mun bara snú seg um at skjóta mál, og tí hevur spælið kanska ikki altíð verið eins gott. Men vit hava tó fingið nógv og góð mál, so tað hevur stuttligt hóast alt.
Tað er nógv, sum bendir á, at tað verður Gotland, sum Føroyar skulu spæla ímóti í finaluni. Er tað ein dystur, sum tit gleða tykkum til.
- Sjálvandi. Bara tað at spæla móti einum liði, sum er á okkara støði ger, at vit mugu geva okkum nógv meira, og tí ivist eg ikki í, at tað verður ein nógv betri dystur. Vit sóu ein part av teirra dysti móti Guernsey í dag, og tær hava eitt heilt gott lið, so tað verður ikki lætt hjá okkum. Tað er í øllum førum okkara vón, at tað verður spenningur fram til tað seinasta, men kanska ikki heilt so stórur, sum hann var seinast. Tað var kanska í meira lagi, heldur Bára, og sipar til 5-4 sigurin á Álandi í finaluni á Man fyri tveimum árum síðani.

Dysturin í tølum
Føroyar-Jersey 7-0 (5-0)
1-0:
2-0:
3-0:
4-0:
5-0:
6-0: Halltóra Joensen
7-0:

Føroyar: Anna Kristina Joensen ? Annelisa Justesen, Bára Skaale, Ragna Andreasen, Silja á Borg ? Ása á Neystabø, Eyðvør úr Dímun, Maibritt Olsen, Vivian Bjartalíð - Malena Josephsen, Halltóra Joensen

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

21. september kl. 15:12

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Vedd­ing­ar­fyri­tøk­ur­nar hella til ein før­oysk­an sigur

2 tímar síðan
Tíðindi

Sjómansmissiónin vitjar í Porkeri

3 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Mbappé tryggjaði Zidane fyrsta sigurin

9 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Vísindavøka

9 tímar síðan
Tíðindi

Okkara U21 undanbólkur: Ísland megnaði javnleik móti Fraklandi

10 tímar síðan
Tíðindi

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

11 tímar síðan
Fótbóltur

U17: Føroyar taptu fyri Andorra

11 tímar síðan
Hondbóltur

TTH Holstebro vann annan dystin á rað

11 tímar síðan
Tíðindi

Barði framvegis í Havn meira enn tríggjar mánaðir eftir eldin

12 tímar síðan
Tíðindi

Ein vika síðan syrgiligu bátsvanlukkuna í Noregi

12 tímar síðan
Tíðindi

Landsstýrið ætl­ar at styrkja før­oyska mat­vøru­fram­leiðslu

13 tímar síðan
Tíðindi

U21: Aron tryggjaði Føroyum sigurin og nýtt stigamet

13 tímar síðan