- Sum eitt lutakast

Føroyski verjin saknar fleiri grundgevingar

Christian Andreasen hevur verið sakførarin, ið vegna Jørgen Niclasen royndi nógv umtalaða Tollmálið í Føroya rætti og Eystara landsrætti.

Í dag gjørdist tó greitt, at føroyski advokaturin ikki sleppur at royna málið í Hægsta rætti. Tað kemur ikki heilt óvæntað á Christian Andreasen.


- Eg havi fingist við hasa nevndina í fleiri ár, og mín kensla av nevndini er, at málini, ið verða trekt út og sleppa at verða roynd í Hægsta rætti, verða trekt út við lutakasti. Tað er øgiliga ringt at finna eina linju í tí, ið teir siga. Man fær at vita, at málið ikki er prinsipielt, og tað er standardskrivið, ið verða sent til øll. Tað er ein løgin kensla, at man ongantíð fær grundgevingar frá nevndini.


- Tað hevur annars verið siðvenja hjá nevndini, at royna mál um ærumeiðing í Hægsta rætti, men tað tykist at Føroyar og Jørgen Niclasen ikki er nóg áhugavert fyri teir, sigur Christian Andreasen.


Christian Andreasen metir annars, eins og danski advokaturin René Offersen, at málið hevði serligan týdning, tí einki líknandi mál er roynt áður.


- Tað sum Hægsti rættur aldrin hevur tikið støðu til, er hvørja verju politikarar hava í almenna kjakinum. Tað verður oftani kjakast teoretiskt um hvussu langt man kann fara við politikarum, men har er einki fyridømi frá rættarsalinum, sigur Christian Andreasen.