Fuglafjørður: Eg havi eitt stórt problem við hesum brillunum. Eg vil so fegin síggja tykkum øll, men samstundis má eg hyggja eftir tekstinum.
So tit skilja, at hetta er eitt problem, tá eg eri noyddur at gera bæði tingini. Haldi mær tí til góðar, um eg taki brillurnar av og á undir konsertini. Nú vita tit so hví!
Jens Lisberg er í góðum lagi, og hann fangar áhoyrarnar beinanvegin. Og hví skuldi hann ikki tað, nú høllin í Mentanarhúsinum er fullsett av spentum áhoyrarum úr øllum landinum.
Tað er ikki á hvørjum degi at ein fær høvið at hoyra Jens Lisberg á palli, og enntá saman við dóttur síni, Kristel.
Leygarkvøldið í farnu viku varð so hetta forvitnisliga høvið. Og tá alt endaði hálvan triðja tíma seinni vóru fólk samd um, at hetta hevði verið eitt stak hugnaligt kvøld.
Saman við góðum tónleikarum og røddum sang hann allar teir góðu og kendu sangirnar, sum fólkið tók væl undir við.
Tað sama gjørdi dótturin, Kristel. Og tí var talan um eina konsert sum hevði nakað til allar aldursbólkar, hóast fá ung vóru at hóma í salinum.
In the chapel
Framførsluni hevur liðið nakað í veruleikanum til sætta lagið.
Beint frammanundan er Jens farin á pallin við tónleikabólki sínum. Og nú er hann klárur til eitt annað slag av tónleiki.
Lagið Pop a top er liðugt, og nú er sjálvasti Elvis á skránni. Og lagið er tað ikki heilt ókenda Crying in the chapel.
Hvat dámar tygor Elvis? Elvis, hann er fínor. Eg elski Elvis, serliga tá hann syngur gospel.
Lurtið, tí nú kemur ein av hesum fantastisku sangunum, sigur Jens.
Sangurin byrjar við tónleiki og kórsangarum. Á sín dámliga hátt dugir Jens veruliga at frambera henda sangin.
Høllin er fullsett av fólki, og Jens hevur eina kenslu av at hann fær samband við áhoyrararnar at sangur og orð bergtaka.
Take your troubles to the the chapel, ljómar tað so yndisligt út yvir Mentanarhúsið.
Lítið veit Jens um, at har niðri í salinum situr ein tilkomin maður úr Klaksvík, sum hevur eitt serstakt forhold til henda sangin.
Aftur á slóðina
Hesin maðurin situr tí og lýður á við undran, tøkk og gleði í sinni, nú sangurin er at hoyra enn einaferð.
Hesin eldri, men kortini so fríski maðurin minnir seg aftur í tíðina, tíðina, tá hann sjálvur var í bestu árum.
Fyri eini fimmti árum síðani var hann miðskeiðis í 20unum og íðin tónleikari. Hann er týðiliga fegin um kvøldið.
Hoyrdi tú, hvussu væl hann sang?! Handa sangin plagdu vit at spæla á sama staði her í Fuglafirði í gomlu dansistovuni tá eg var ungur.
Ótrúligt, sum hann ljóðaði væl í kvøld. Og so stuttligt tað er at hoyra at hann enn verður sungin, segði hesin maðurin í stórum takksemi til Jens, sum hevði henda sangin í sangskránni.
Oyggjaland í sól
Jens Lisberg legði annars fyri við teimum góðu gomlu sangunum fyrst sum ein annar troubadourur saman við guittarfelaga sínum, Berguri Godtfred, hvørs røtur eru úr Vági.
Ja, hvat dámar tykkum at hava tveir suðringar á palli? Tað ljóðar ikki so galið, tá ein tvøramaður og ein vágbingur eru saman, segði Jens.
Teir settu so í gongd við fýra sangum. Millum hesar var gamli slagarin í útvarpinum Oyggjaland í sól.
Hetta lagið dámdi áhoyrarunum sera væl og tóku øll undir við niðurlagnum. Sig so ikki, at suðringar ikki kunnu samstarva ella samspæla tvørtur um kommunumørk!
Tað er eingin ivi um, at ogor eiga eitt fantastiskt land. Halda tit ikki eisini tað?, spurdi hann út í samtykkjandi salin.
Og so endaðu teir henda fyrsta partin av framførsluni við sanginum Sól til viða gongur. Men framførslan var ikki liðug fyri tað, og nú komu so tey eyðkendu Lisberg-løgini sum ein long røð av perlum.
Sjáldsom rødd
Eitt serligt point og ein serstøk uppliving á framførsluni var tann bert 17 ára gamla dóttir hansara, Kristel.
Tá hon av álvara slapp at royna seg við hennara sangum, lyfti hetta líkasum framførsluna uppá eitt høgt støði: Er tað nakað sum Kristel dugir sum fá ella fáar, so er tað at syngja.
Tað var neyvan nakar áhoyrari sum ivaðist í, at her er talan um eitt stórt talent, sum vónandi bara kann fáa høvið at menna seg enn meiri í framtíðini.
Tað vóru tó ikki bert føroyingar her á landi sum hava skilt hetta. Á framførsluni var eisini ein føroyingur, sum hevur búð handan hav í eini 20 ár.
Eftir framførsluna var hann øgiliga spentur eftir at fáa orðið á Kristel. Og tað eydnaðist honum eisini backstage.
Hey, Kristel. Tú ert ein fantastiskur sangari, og tú hevur eina framúr góða rødd.
Eg skal siga tær sannleikan: Tað eru bara tvey fólk í Føroyum sum veruliga hava sangararøddir. Og ta einu røddina, hana eigur tú!, segði hann sera sannførdur á málinum.
Einki varð kortini sagt um, hvør átti hina røddina.
Millum aðrar áhoyrarar hetta kvøldið vóru eisini løgmaður, Jóannes Ejdesgaard og mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni.
Onkur Kristel-fjeppari var eisini áhugaður í at fáa ein autograf frá henni. Og soleiðis bar tað til at ein ungur danskur drongur fekk navn hennara skrivað á yvirarm sín!
Errin
Á framførsluni leygarkvøldið sang Jens einar 20 sangir, meðan dótturin sang fleiri. Tey endaðu við at syngja ein sang saman.
Tað var ein týðiliga errin pápi sum sang saman við dóttir síni, og ikki minni lýddi á sangirnar, sum hon sjálv bar fram.
Ja, sum tíðin tó gongur. Ein trýr at alt bara stendur stilt, men her stendur hon so Kristel.
Gevið henni eina hond, segði hann. Og tað gjørdu áhoyrararnir eisini, so tað rungaði eftir í.
Kristel kom tvær ferðir á pallin, og sang fleiri krevjandi cover-løg m.a. Crazy, Blue og House of rising sun.
Hetta eru alt løg sum krevja sína rødd, og tí kunnu tey vera ein stórur biti at syngja slík løg, sum fólk kenna so væl. Her hevði framførslan kanska verðið betri um feedbackið hjá henni hoyrdist nóg væl.
Hetta hevði tó minni at siga, tí fólk hugnaðu sær. Og tað gjørdi ikki kvøldið verri at kaffi og heimabakaðar køkur vóru at fáa í steðginum.
Eitt positivt og gott innslag, so fólk kundu hittast og práta saman hesa løtuna.
Vit gleða okkum longu til næstu ella kanska seinastu konsertina við teimum báðum!