Sum í gomlum døgum í HB-húsinum

Viðhaldsfólk hjá HB fara nú undir aftur væl umtókta táttin, ið tey kalla “HB sunnumorgun”. Tiltakið verður kortini bert henda eina dag – komandi sunnudag klokkan 9

 

Fyri eini 20 árum síðani tók ein bólkur av foreldrum við børnum seg saman um at spæla "sunnumorgun-fótbólt" við hartil hoyrandi og væl umtóktari hugnaløtu í HB-húsinum.

 

Hetta datt niðurfyri, men nú hava nøkur av hesum foreldrum sligið høvdini saman og ætla sær at hittast aftur til hetta eina tiltakið av sama slagi.

 

Ætlanin er at hittast í Gundadali til fóbóltspæl, júst sum tey gjørdu í 90´unum. Aftaná verður kaffi, saft og franskbreyð í HB-húsinum "som i gamle dage", eins og lýst verður í einum bólki á Facebook, sum er stovnaður í hesum sambandi.

 

Tiltakið verður bert henda eina sunnumorgunin og sum tað sæst á Facebook, so eru tað nógv av teimum, sum tá luttóku, sum ætla sær at koma hesa ferðina.

 

- Men enn er pláss fyri fleiri, so haldið tykkum ikki aftur. Takið makar og børn við, eins og mammur og pápar, so vit kunnu hava eina hugnaliga løtu á ovara vølli og síðani í HB húsinum sunnumorgunin, siga fyrireikararnir av tiltakinum.