Hendingarnar seinastu tíðina, har toskur hevur verið at fingið á firðum og sundum, tola saktans, at lesarar hjá okkum við millumbilum síggja onkrar myndir frá hesum sjaldsama fyribrigdi, sum er komið til sjóndar í heyst.
Tað byrjaði við, at ein toskatorva stóð beint undir afturpartinum á einum skipi sum lá á Sørvági. Her sást filmsbrot, ið maður hevði tikið - og at síggja til var í øllum førum ein partur av hesum toski rak.
Nakað eftir hendingina í Sørvági, bóru menn eisini við tosk heilt inni á Vestmanna, og her lógu upp í fleiri bátar og fiskaðu. Eisini á bryggjuni fekst toskur á tráðu. At síggja til var fiskurin ymiskur til dygdar.
Seinastu tiðina hava upp í fleiri bátar ligið inni á Fuglafirði og fiskað tosk. Herfyri lógu bátar bæði út fyri Pelagos-bryggjuni og nakað longri úti á fjørðinum. Her hevur eisini verið góður fiskur at fingið.
##med2##
Viðheftu myndir tók Dávur Winther í Fuglafirði í gjár, og her sæst, at fleiri bátar liggja í einum "klumpi" og fiska (ovara myndin) - og á bryggjuni stóðu eisini fólk við tráðu, sum høvdu fingið nakrar fiskar.