Sum heitt breyð

Tá handlarnir lótu upp fríggjamorgunin bar fyri fyrstu ferð til at keypa móttakaran, ið krevst fyri at síggja rásirnar hjá Televarpinum. Umleið 200 móttakarar fóru um handilsdikarnar tveir teir fyrstu tímarnar.

Eftir móttøku hóskvøldið, har m.a.Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, alment tendraði sendaran hjá Televarpinum, stóð móttakarin, ið krevst fyri at síggja rásirnar, á handilshyllunum fríggjamorgunum.
Fyribils røkkur Televarpið bara so dánt út til allan høvuðsstaðin, og tí verða móttakarnir í fyrstu atløgu bara seldir í Havn.
Móttakarin til Televarpið fæst á hesum støðum: Damor á Argjum, Delta Elektronikktænastan í Gongini, LM Handilin við Hoyvíksvegin, Radiohandilin í N.Finsensgøtu umframt í Teledeplinum í Miðbýnum. Í heilsíðulýsingum í bløðunum er vegleiðandi prísurin fyri móttakaran settur til 2195 krónur, og allir fimm handlar hava tikið vegleiðandi prísin so bókstaviliga, at móttakarin kostar 2195 krónur hjá øllum.

100 um tíman
Líkt er til, at fólk ikki aftra seg við prísin á móttakaranum, og heldur ikki á prísunum fyri at síggja rásirnar, ið tey tó ikki skulu gjalda fyrr enn eftir nýggjár. Øll, ið keypa ein móttakara, skulu í minsta lagi tekna seg fyri minsta pakkan, ið kostar 179 krónur um mánaðin. Men hetta til nýggjárs ber til hjá øllum, ið keypa sær ein móttakara, at síggja allar rásirnar, eisini tær í Canal+ pakkanum og MUtv pakkanum, ókeypis.
- Hetta er næstan sum í Russlandi ? fólk standa í bíðirøð fyri at keypa, segði sølumaðurin í Radiohandlinum í Niels Finsensgøtu, og legði afturat, at tey royndu at bjóða fólki kaffi og piparnøtur meðan tey bíðaðu. Har gekk sølan so væl, at um ellivu tíðina fyrrapartin fríggjadagin høvdu tey longu selt umleið 50 móttakarar. Hann væntaði seg at hava selt umleið 200 móttakarar, kanska meira, áðrenn handilin stongdi fríggjakvøldið.
Eisini hjá Delta Elektroniktænastuni, nakað longur niðri í býnum gingu móttakararnir sum heitt breyð. Har høvdu tey selt umleið 80 móttakarar, tveir teir fyrstu tímarnar fríggjamorgunum, og væntaðu at selja nakað tað sama restina av degnum. Fyri at vera eitt sindur »uppá forkant« sendi Delta fyrr í vikuni nøkrum av sínum føstu kundum bræv við tilboði um at koyra móttakaran út og seta hann upp, og higartil hava umleið 100 tikið av hesum tilboði, siga tey hjá Delta.
Triðji handilin í Miðbýnum, ið selur móttakarar, er Teledepilin hjá móðurfyritøkuni hjá Televarpinum. Um ellivu tíðina fyrrapartin vóru 35 móttakarar farnir um diskin hjá teimum, og tey væntaðu at selja yvir 100 fríggjadagin.
Hjá Damor á Argjum høvdu tey selt umleið 15 móttakarar tveir teir fyrstu tímarnar fríggjamorgunin, men har væntaðu tey nógv seinni fríggjadagin, og at sølan helst fór uppum 70. Nakað tað sama, ella umleið 20 móttakarar, vóru seldir í LM Handlinum, tá Sosialurin prátaði við tey um ellivu tíðina fríggjadagin. Eisini har væntaðu tey at selja nógvar seinni um dagin, so samlaða sølan fór at tátta í 80 móttakarar. Eisini kundi hugsast, at nógv høvdu ørindi hjá grannanum hinumegin vegin, nú tað stundar til vikuskifti, og tí eisini fingu sær ein »kassa« frá teimum í sama viðfangi, helt sølumaðurin hjá LM Handlinum fyri.
Verða sølutølini hjá teimum fimm handlunum løgd saman, so seldu teir umleið 200 móttakarar til Televarpið, tveir teir fyrstu tímarnar, móttakararnir vóru til keyps.