Sum í gomlum døgum

- Ferðafólk vóru sera glað fyri møguleikan at koma til Havnar, siga tey á Toftum.

Í samband við, at tað ikki var koyrandi úr Eysturoy til Havnar ein part av gjárdegnum, gjørdi Strandfaraskip Landsins av at seta Ternuna í sigling millum Toftir og Havnina.

 

- Umvegis Nólsoynna legði Ternan at á Toftum klokkan 11.30, og fór av aftur Toftum umleið klokkan 12.00. At hetta var eitt gott hugskot hjá SSL vísti langa bilkøin á Toftagjógv. Ikki allir bilarnir sluppu við. Einir 5-10 bilar stóðu eftir.

 

Á síni heimasíðu sigur Nes kommuna, at 48 ferðafólk og 10 bilar vóru við Ternuni úr Havn, og 64 ferðfólk og 25 bilar fóru av Toftum til Havnar, og bildekkið var fult.

 

- Ferðafólkini vóru sera glað fyri henda møguleika at koma til Havnar. Fleiri av ferðafólkunum skuldu á GLS ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, meðan onnur høvdu verið veðurføst í Eysturoynni síðani dagin fyri, sigur Nes kommuna.

 

Ein túrur aftrat varð gjørdur úr Havn og inn á Toftir seinnapartin í gjár. Hetta var eisini umvegis Nólsoy, og sambært ætlanini fór Ternan tá av Toftum klokkan 14.15.

 

Myndina av Ternuni á Toftum eigur Nes kommuna.