Sum í piltum

Julian Johnsson helt eftir dystin, at tað mest umráðandi hjá føroyingunum var at nýta kropsligu styrkina og so at at sparka langt

 

Fótbóltstos


Ofta verður tikið til, at fótbólturin í lægru ensku deildunum er sera kontantur, við størst dentinum á langt sparkarí. Hóast Julian Johnsson nú í tveir mánaðir hevur roynt seg hjá Hull í triðbestu ensku deildini, so helt miðvallarovastin ikki, at hann nakran tíð áður hevði verið til ein slíkan dyst, sum tann leygardagin.

- Nei, hatta havi eg so ongan tíð áður verið við til. Heldur ikki í Føroyum. Vøllurin gjørdi tað ógjørligt at spæla, og vit avráddu bara undan dystinum, at vit máttu royna at fáa bóltin upp frá og so niðan. Tað var næstan sum í piltadeildini, tá tað ráddi um at sparka langt.

- Annars vistu vit undan dystinum, at vit vóru sterkari enn teir kropsliga, og tað helt eg eisini, at vit sýndu ígjøgnum dystin.


Veðrið hóskar bara væl,

Av omanfyristandandi skilst eisini, at hóast talan ikki var um nakran poleraðan sigur, so var Julian væl nøgdur um avrikið hjá liðnum.

- Úrslitið eri eg nøgdur um. Vit vinna, hava nú sjey stig, og úrsltiið stendur eftir, og tað er tað týdningarmesta. Um fimm mánaðir er tað eingin, sum hugsar um, hvussu vit vunnu. Vit vunnu dystin, og tað er tað, sum telir.

Tá vit at enda spurdu Julian, um tey sjey stigini verða fleiri í tali, tá dysturin mikudagin er lagdur aftur um bak, svarar Julian skemtandi:

- Verður veðrið tað sama, so fáa vit fleiri stig. Hetta sær jú út til at passa okkum væl.