Sum siður er

Ein fastur siður á stevnuni er tiltakið við kelduna, sum hevur givið stevnuni heitið sítt.

 
Hetta forvitnisliga tiltakið verður leygarkvøldið, tá farið verður úr Fuglafirði við bussum kl. 22:45 og út á Varmakeldu.
Her verður skipað soleiðis fyri at sóknarpresturin, Uni Næs fer at halda røðu og aftaná verður føroyskur dansur.
Eftir henda fundin tað er á midnátt verður fýrverk skotið úti á Varmakeldu, soleiðis at øll í Fuglafirði kunnu síggja hetta.