Sum tjóvur á nátt

Liðið er á náttina, og dagurin er í nánd. Latum okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins. Rom. 13, 12

 

 

 

Eftir John S. Myllhamar, Sandavág

Tað er evsta dag, Paulus her hevur í huganum. Nær hann kemur, veit eingin. Jesus visti tað ikki sjálvur. Tí er tað burturspilt tíð at royna at rokna út, nær heimurin skal ganga undir, og Jesus kemur aftur. Tann dagur kemur ikki at standa í álmanakkanum. Dagurin kemur eins og tjóvur á nátt, heilt óvæntað. Eingin fær at vita tað frammanundan.

Men tað ræður um at fyrireika seg til hendan dag hvønn einasta dag, at hann ikki verður okkum ein ræðsludagur. Vit eiga ikki at seta okkum aftur á og brúka tað dýrtkeyptu tíðina til nyttuleysar útrokningar; men vit eiga at liva soleiðis, at vit, nær tað skal vera, eru til reiðar at møta Jesusi, tá ið hann kemur. Tað gera vit best við at lurta eftir áminningini hjá ápostlinum um, at leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins.

Tað eru nógv sløg av verkum, menniskjan fremur, ið ikki tolir, at ljósið skínur á tey, so at øll kunnu síggja, hvat tað er, tey havast at. Slíkir døkkir gerningar eiga ikki at finnast í lívi hins kristna. Tað skal kennast á okkum sum børn at ljósinum, at liðið er á náttina. Er tað okkurt í lívi okkara, sum vit helst vilja hava fjalt í myrkrinum, er ikki í lagi hjá okkum. Vit eiga at leggja slíkt av. Vit kunnu ikki samráðast við Guð. Sælan fæst ikki fyri niðursettan prís. Tá ið hann fyrigevur okkum syndir okkara, eiga vit eisini at fara í bardaga móti syndini fyri at sleppa frá henni.