Sum torusláttur í túninum

- Nógvir tankar fara gjøgnum høvdið, tá slík vanlukka rakar beint í túninum. Tað er syrgiligt og púra meiningsleyst, at ein ung kvinna skal missa lívið á henda hátt, siga hjúnini Eydna Háberg og Preben Hansen, ið vaknaðu sum við kaldan dreym leygarmorgunin

Syrgiliga ferðsluvanlukkan á Argjum stutt eftir klokkan trý leygarmorgunin hava sett síni spor í nærumhvørvið við Støðlagøtu og Traðagøtu, har vanlukkan hendi.
Hjúnini Eydna Háberg og Preben Hansen vaknaðu sum við kaldan dreym, tá bilurin við teimum fýra ungfólkunum fór brestandi tvørtum gjøgnum túnið og fram við garðinum. Bilurin við ungfólkunum rendi á bilin hjá hjúnunum, ið stóð parkeraður í túninum, áðrenn hann fór víðari.
- Vit vóru farin í song, og vaknaðu av einum hørðum bresti. Ja, tað var sum ein harður torusláttur, greiðir Preben Hansen frá.
Skjótt stóð hjúnunum greitt, at her var talan um eina vanlukku, tá telefonin ringdi og grannar greiddu frá.
- Bilurin er farin beint framvið betonggarðinum. So tað kundi óivað staðið uppaftur verri til, metir Eydna Háberg og sipar til, at teir tríggir ungu menninir í bilinum sluppu at kalla snikkaleysir frá vanlukkuni.
17 ára gamla kvinnan í bilinum lat lív.
- Tað er so fullkomiliga meiningsleyst at ein ung kvinna, sum hevur lívið framman fyri sær, skal lata lív á henda hátt. Hetta er nakað so syrgiligt, siga Eydna Háberg og Preben Hansen, sum eru tíðiliga merkt av vanlukkuni:
- Ja, tað er eitt sjokk, at slíkt kann henda. Nógvir tankar fara gjøgnum høvdið, og vit spyrja, hví og hvussu slíkt kann henda, sigur Preben Hansen og heldur fram:
- Síðani leygardagin hava vit sæð nógv ungfólk standa her úti og minnast ungu kvinnuna. Við sær hava tey blómur og livandi ljós. Tey syrgja, og vit syrgja við teimum. Tað fær okkum at hugsa, hvat man kann gera fyri at fyribyrgja slíkum meiningsloysi.
Sonja Klein, prestur, hevur vitjað húsini í grannalagnum, har vanlukkan hendi. Eisini hevur løgreglan verið á gátt, og fólk frá brandstøðini hava verið sera hjálpsom við at rudda upp.
- Jú, øll hava verið sera hjálpsom. Eftir okkara tykki snýr tað seg eitt ella annað stað um at bróta tøgnina. Fáa sett orð á, hvat er farið fram, sigur Eydna Háberg.
- Vit kunnu ikki lata vera við at hugsa, hvat man kann gera. Hvussu vit kunnu gera ungfólk meira tilvitað um avleiðingarnar av skilaleysari koyring. Vit mugu tosa um hetta, skriva um hetta. Vit mugu gera okkurt, sigur Preben Hansen.

Ger okkurt
Hjúnini eru ørkymlað. Tey eru vitni til eina vanlukku, sum hendi beint í túninum hjá teimum, og sum kostaðu einari ungari kvinnu lívið:
- Sum samfelag mugu vit gera okkurt við hetta. Eg veit ikki, hvør skal taka fyrsta stigið, men hetta kann ikki halda fram, siga hjúnini sum við ein munn.
Eydna Háberg og Preben Hansen greiða frá, at tað er einki eindømi at bilar koyra við sera nógvari ferð, júst har vanlukkubilurin koyrdi.
- Vit síggja javnan, at bilar koyra oman hendavegin við sera nógvari ferð. Tað kann illa kallast annað enn rasarakoyring, sigur Preben Hansen.
Sambært honum hjálpa vegbungurnar bara vanligu ferðsluni, men ikki hesari skilaleysu koyring. Tvørturímóti tykjast bungurnar bara at gera ”stuttleikan” við at koyra skjótt størri.
Hjúnini hava framvegis ilt við at skilja, hvat er farið fram.
- Jú, bilurin hjá okkum, sum stendur parkeraður innast í túninum, er sera illa farin. Og eisini eru aðrir skaðar her í túninum. Men tað materiella kemur í aðru røð. Ein ung genta hevur latið lív. Tað er púra meiningsleyst, og okkara tankar leita til tey avvarandi, siga Eydna Háberg og Preben Hansen.