Sum væntað hava teir báðir gomlu stjórnarflokkarnir fingið ein dyggan frammaná á tjóðartingsvalinum í Grikkalandi í dag. Tann fyrsta forsøgnin sigur, at Nýtt Demokrati og Pasok fáa umleið 37 prosent av atkvøðunum tilsamans. Nýtt Demokrati er sambært forsøgnini landsins størsti við knappliga 20 prosentum. Á valinum 2009 fekk flokkurin 33,5 prosent.
Á ytsta vinstravonginum hevur flokkurin Syriza fingið stóra framgongd og er landsins næststørsti við millum 15,5 og 18,5 prosentum.
Sosialdemokratiski Pasok-flokkurin er tann stóri taparin og fær sambært forsøgnini millum 14 og 17 prosent av atkvøðunum. Á seinasta vali fekk hann 44 prosent.