- Sum í ævintýrinum

Formaðurin í Flogbóltssambandinum fegnast yvir góðu úrslitini

Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá føroyska flogbóltslandsliðnum hjá kvinnum, ið seinastu dagarnar hevur luttikið í HM/EM kappingini, ið er í Føroyum í hesum døgum. Føroyska liðið hevur vunnið báðar dystirnar 3-0, og tað fegnast Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum yvir.


- Tað er næstan sum í ævintýrinum, tá ið spegilin á vegginum har fær spurningin, hvør er vakrast í kongsríkinum?”. Spurdu vit nú spegilin „hvør er best í kongsríkinum“ var svarið: „Tað ert tú Danmark, men ansa tær, tí Føroyar fara at taka teg!, skrivar formaðurin í tíðindaskrivi í dag, og leggur afturat.


- Hetta er søgan um góð evni, ídni, gott arbeiði í flogbóltsfeløgunum, væl skipað og miðvíst
ungdómsarbeiði og A-landsliðsarbeiði í Flogbóltssambandinum og føroyskar leikarar í bestu donsku deildunum. Alt tað til samans hevur gjørt, at vit føroyingar kunnu siga, at vit nú eiga eitt A-landslið hjá kvinnum, sum er á stigi við danska A-landsliðið. Og vit eiga besta leikaran í kvinnuflogbólti í øllum kongsríkinum. Hon er Sofía Purkhús, og hon er á vøllinum saman við øllum hinum fantastisku kvinnunum hjá okkum.


Formaðurin brúkar tó eisini høvi at gera viðmerkingar til tað ósemjuna, ið hevur merkt føroyskan ítrótt síðstu mánaðirnar, og sum hótti við at syndra ÍSF í síðstu viku.


- Flogbóltsfamiljan í Føroyum er sera sterk, men politiski myndugleikin má raðfesta altjóða virksemið hjá allari føroysku ítróttini serstakt og hægri enn nú. Vit høvdu í 2015 serstaka altjóða pulju, sum kom ómetaliga væl við – serliga hjá teimum, ið tá skipaðu fyri kapping í Føroyum. Tað eru slíkar skipanir, ið eru neyðugar, so tað gerst møguligt áhaldandi at vera við á altjóða stigi og ikki minst bjóða kappingar sum hesa og tær í fjør fram her í Føroyum.


- Tí tað er drúgt og dýrt at vinna seg fram ímillum tey bestu, men tað er bæði stríðið og pengarnar vert. Serliga, tá ið vit nú kunnu leika á heimavølli, og vit merkja gleðin hjá leikarum og avvarðandi og tann holla stuðul, vit fáa innanhýsis og frá kommunum og hollum stuðlum.


Føroyska liðið spælir í kvøld finaluna móti Kýpros. Vinnarin kemur víðari til EM og HM, meðan taparin sleppur til EM.