Sumba langt fremst

Fótbóltur: Sumbingar hava framvegis fult stigatal í 2. deild, eftir at teir hesaferð vunnu á HB

2. deild menn:

Sumba-HB 2-1 (1-0)


Næstbesta mansdeildin hevði ikki frí hetta vikuskiftið, hóast landsdystur var, og sjeynda umfar í landskappingini var spælt leygardagin.

Sumbingar fara frá sigri til sigur, og aftur hetta vikuskiftið vóru teir við yvirlutan. HB mátti lúta á Krossinum, og Sumba hevur framvegis fult stigatal.

Spælandi venjarin hjá Sumba, Peter Jørgensen, legði Sumba fram við við góðum skoti. Innlegg kom inn úr høgru, bólturin varð snittur úteftir til Peter, sum stóð við brotsteigarmarkið. Hann gjørdi skjótt av og sendi flatt í málið.

Áðrenn málið kom, hevði HB havt yvirvág, og teir kundu fleiri ferðir havt skorað. Gunnar Mohr spældi við, og hann hevði okkurt gott tilboð, sum hann tó var óheppin við.

Eftir málið kom Sumba nógv betri við í dystin, og fram til hálvleikin var javnt, kanska við lítlari yvirvág til Sumba.

Beinanvegin eftir hálvleikssteðgin økti Sumba til 2-0. Málið gjørdi Jón Lisberg, sum spældi sín fyrsta dyst á liðnum í ár. Eirikur Joensen legði inn fyri úr høgru, bólturin fór fram við øllum og aftur til Jón Lisberg, sum stútaði í málið.

Tá 68 minuttir vóru farnir minkaði HB um munin. Andrew av Fløtum vann bóltin í høgru, dróg nakað uppá tvørs og sendi í málið.

Eftir hetta fór HB at trýsta fyri at javna, og teir vóru eisini nær við onkra ferðina. Gunnar hevði opnan kjans, men sendi fram við, og aðrir vóru eisini nær. Í hinum endanum var onkuntíð opið, og Egil Petersen hevði gyltan kjans móti endanum.

Men tað endaði við 2-1 til Sumba, og teir eru nú 11 stig frammanfyri næsta uppflytingarliðið, sum er Royn. Næstu ferð spælir Sumba toppdyst mói KÍ í Klaksvík.