Sumbingur ger allar hitaloysnir 

BÁ-RØR er lutfalsliga nýggj fyritøka í Suðuroy, sum sumbingurin, Bárður Lisberg, eigur og rekur. Sjálvur sigur hann, at tá sumbingar rópa Bárður, siga teir Bá-rør, og haðani hevur hann geniala navnið.

 

 

 

 

 

 

 

 

BÁ-RØR tekur sær av øllum vatn-, hita-og ventilatónsloysnum.

 

Bárður Lisberg lærdi til rørsmið hjá P/F Mariu Poulsen í Havn, og nú hann arbeiðir sjálvstøðugt, hevur hann eisini gott samstarv við dygga veitaran í høvuðsstaðnum. 

 

- Eg havi havt úr at gera, síðan eg byrjaði fyri meg sjálvan. Arbeitt verður um alt landið, og eg eri altíð onkran dag í vikuni í Havn, har eg eisini kann gista, tá tørvur er. 

 

Í Suðuroy hevur eisini verið væl at gera, og her hevur hann havt veksandi virksemi, síðan hann byrjaði. 

 

- Eg havi eisini arbeitt fyri Pam Offshore í Noregi, men tá vit fingu koronu, gjørdist hetta so ólagaligt, at eg valdi at royna meg á egnum beinum.

 

Bárður Lisberg hevur góðar vónir um, at fyritøkan hjá honum fer at veksa, tí tað hevur longu nú víst seg, at ringarnir breiða seg í vatninum.

 

- Eg byrjaði við at gera onkrar uppgávur í Havn, og nú eri eg hvørja viku onkran dag í Havn. 

 

Hann hevur eisini eitt so mikið gott samstarv við P/F Mariu Poulsen, at skuldi tað verið soleiðis, at hann einki hevði at gera í egnari fyritøku eitt skifti, veit hann, at hann altíð er vælkomin at arbeiða hjá sínum fyrrverandi lærumeistara.

 

- So, eg haldi, at hetta sær ógvuliga spennandi út.   

 

Bárður Lisberg vísir á, at pápi hansara hjálpir honum í fyritøkuni umleið aðru hvørja viku, og skuldi tað verið soleiðis, at hann fær onkur størri arbeiði, sum krevja meira fólk, hevur hann eisini gott samstarv við fyrrverandi starvsfelagar, sum kunnu hjálpa honum.

 

- So, hóast eg eri einsamallur ein part av tíðini, havi eg eisini møguleikan at seta eitt størri apparat í gongd.

 

Fyritøkan BÁ-RØR hevur eisini førleikar at gera tað, sum rópt verður el-sveising av sonevndum PE-rørum, og tá Bakkafrost bygdi smoltstøðina á Strond, var hann har norðuri og sveisaði í eitt heilt ár.

 

- Eg havi akkurát keypt mær spildurnýtt sveisiapparat til endamálið, og eg vóni at fáa onkrar uppgávur hjá virkjum ella kommunum.

 

Bárður Lisberg sigur, at hann longu nú hevur fingið onkra hampiliga stóra sveisiuppgávu norðanfjørðs.

 

- So, hava vinna ella kommunur brúk fyri el-sveising, eri eg til reiðar.

 

Sum nevnt í byrjanini, kann BÁ-RØR veita allar vatn-, hita-og ventilatiónsloysnir, og her ímillum eru sjálvsagt eisini alternativar hitaloysnir.

 

- Í samband við jarðhitaloysnir, havi eg eisini eitt gott samstarv við P/F Mariu Poulsen um bæði boring og útbúnaðin, sum fer til eina slíka hitaloysn, sigur Bárður Lisberg, sum er at hitta á tlf. 275718. 

 

Fyritøkan hjá honum er eisini á Facebook undir navninum BÁ-RØR.

 

- Mær dámar hetta ógvuliga væl, og eg gleði meg til fleiri nýggjar og spennandi uppgávur, sigur hann.