Summa summarum

Løgtingssamgongurnar 1998 ? 2003 virkaðu eina og aleina við tí fyri eyga at kvetta okkara ríkisfelagsskap við Danmark. Á hvørjum geilarhorni varð prædikað um, hvussu blokkstuðulin úr ríkiskassanum var við til at forkoma tí føroyska búskapinum. Hann var beinleiðis orsøkin til, at Føroyar fóru rabundus 6. oktober 1992, og meylað er upp í rúgvu niður í okkum, at ríkiskassa-stuðulin í roynd og veru er ikki annað enn olmussa og táta, (hesi eru ikki míni orð), sum hava niðurbundið frælsið hjá okkum føroyingum í Føroyum, (heldur ikki hesi orð eru míni).

Heri Mohr


Vert er at varnast, at øsingin snýr seg um partin av almennum útreiðslum, sum í ríkisstuðlinum eru játtaðar sjúkum, avlamnum, gomlum, fólkaskúla og yrkisskúlum. Tá ið landsstýrið í 2002 tveitti 366 milliónir fyri borð, vórðu skúlaverkið og onnur almenn forsorg tikin úr blokkinum. Aftur at hesum hevur almennur føroyskur politikkur farnu árini verið merktur av tíðar- og peningakrevjandi projektum, sum hava lítið við handaligan og andaligan trivnað í Føroyum at gera.
Hesi seks turbulentu árini hava verið sálarliga og mentunarliga ørkymlandi fyri mong føroysk heim fyri ikki at tala um tey sjúku og gomlu, sum fara at líða undir politiskum avgerðum við svárum avleiðingum.
Nú landskassaroknskapurin 2003 fyriliggur alment, ber til at meta um, hvussu »olmussan og tátan« hjá fyrrverandi landsstýrismanninum við fíggjarmálum royndust, og um hendan »fátækrahjálp« úr ríkiskassanum varð »samanspard at nýta, um búskapurin verður fyri afturgongd«! Summa summarum: ? Samanspardur ríkisstuðul til gomul og sjúk skal verða okkara bjarging, tá ið ringar tíðir fara aftur at gera vart við seg í Føroyum! Álit er í okkum gomlu og teimum sjúku!
Undirritaði hevur í óteljandi lesarabrøvum víst á tey ósannindi, sum ávísir politikkarar fylla føroyingin við, serstakliga í sambandi við blokkin, og eingin hevur enn víst tí aftur. Tann, ið tigur, samtykkir, verður ofta sagt.

Samandráttur av landskassans roknskapum 1998-2003:
Inntøkur:
Skattur og avgjøld ???16.012 mió.
Ríkisstuðul ?????? 5.994 ?
Nationalbankin ???? 146 ? 22.152 mió.
Útreiðslur:
Rakstrarútreiðslur ?? 16.552 ?
Løgur (Íløgur?) ???? 1.102 ?
Rentur ??????? 881 ? 18.535 ?
Avlop ?????????????.. 3.617 ?
Viðvíkjandi ríkisstuðulinum er at siga, at av teimum 5.994 mió. eru 900 mió., sum ríkiskassin eftirgav (strikaði) av ríkislánum í 1998.

Landsbankin:
Innistandandi 31.12.97 954 mió.
? 31.12.03 1.820 ?
Aðrir peningastovnar
Innistandandi 31.12.97 88 ?
? 31.12.03 440 ?
Lán
Skuld 31.12.97 6.549 ?
? 31.12.03 3.806 ?
Øll uttanlandsskuld til fleiri lond, umleið 4.6 milliardir, (ca. 8% p.a.) varð í 1998 umskipað til ríkiskassalán (5% p.a.), og av hesum er ein hálv milliard rentu- og avdráttarfrí.
Í 2003 tók landskassin fylgjandi 3 brævalán, tilsamans 1.500 milliónir, til umskipan og afturgjalding av lánum:
?2003-04? 750.000 mió. (2% p.a.)
?2003-06? 375.000 ? (3,5% p.a.)
?2003-08? 375.000 ? (4,25% p.a.)
Hetta vóru so nøkur (áhugaverd) tøl, tikin úr almennu landskassaroknskapunum 1998-2003.

Nú mátti verið nóg mikið við tragikomiskum sjónleikum, eitt nú leikinum í Keypmannahavn herfyri, sum fyri tað kundi verið tikin úr kendu skaldsøguni eftir Cervantes um láturverda harramannin Don Quijote og matglaða gekkin Sancho Panza úr la Mancha í Spaniu. Teir bardust við vindmyllur, geita- og seyðafylgi og annan ástýriligan ørvitisskap. Nú, 500 ár seinri, eru teir eins og Holgar Danski farnir at halda til í kjallarum í gomlum donskum slottum. Har eru, júst sum í ævintýrinum hjá H. C. Andersen, kistur fullar av gulli - men nú í tátulíki.
Slíkt má sjálvandi ikki forða landsstýrinum í skjótast gjørligt at virka fyri dagføring av tí í blokkinum, sum er ætlað statssjúkrahúsinum í Havn og Ríkishospitalinum, ið bæði tvey eru 100% donsk málsøki. Hetta eigur at verða gjørt, áðrenn umstøðurnar hjá sálarsjúkum í Føroyum koma heimspressuni fyri oyruni sum í Russlandi og Rumeniu fyri einum 10 árum síðan. Henda dagføring kann uttan iva verða framd, um landsstýrið vil semjast um hetta, og um góður fólkasiður og virðing fyri fólki verður støðið undir neyðugum tingingum partanna millum. Smoyggið upp um armarnar, nógv er at byggja uppaftur.