Summar Cup enn størri í 2018

Meira enn 100 lið plaga at vera við í stóru fótbóltskappingini, sum nú verður enn størri.

Komandi summar skipar B36 fyri fimtu ferð fyri fótbóltskappingini, Intersport Summar Cup. Kappingin er voksin støðugt hvørt ár, og í 2017 luttóku heili 100 lið úr øllum landinum.

 

Nú verður enn eitt stig tikið til at gera kappingina enn størri, tí komandi summar verður kappingin skipað yvir tveir dagar hjá U11, U13 og U15, meðan tað framvegis verður eitt eindagstiltak hjá teimum yngstu (U7 og U9).

 

- Við at hava kappingina yvir tveir dagar, so kunnu vit hava longri dystir og spælast kann á størri vølli, sigur Andrass Thomsen frá B36 og leggur afturat, at við heusm kemur kappingarskipanin at líkjast meira tí, sum vit kenna frá eitt nú Dana Cup.

 

Tá kappingin verður yvir tveir dagar verður møguleiki hjá liðinum at gista í einum skúla í Tórshavn.

 

- Ætlanin hevur altíð verið, at gisting skuldi gerast ein partur av tiltakinum, so hetta kann gerast eitt stórt fótbóltsvikuskifti, sigur Andrass Thomsen.

 

Nærri kunning um tilmelding og gisting kemur fyrst komandi ár.

 

- Vit gleða okkum at bjóða øllum til eitt stórt fótbóltsvikuskifti 7. og 8. juli 2018, sigur B36 í tíðindaskrivi.