Summar Festivalurin byrjar við skrúðgongu

Í dag fer lívlig og litrík skrúðgonga í gjøgnum Klaksvík

Summar Festivalurin 2024 byrjar í dag kl. 15 við litfagrari og lívligari skrúðgongu og gøtukarnevali, sum fer úr Klaksvíksgarðinum og heim í Silvaland.

 

Í skrúðgonguni verða pyntað børn, dansandi ungdómur, Silvi, Bubu, Trølla Pætur, gula bamsan, brandbilur og kreativir festivalgestir.

 

Børn og barnsligar sálir, ja, øll, sum vilja seta sín festliga dám á ta stóru og fólksligu summarstevnuna, eru vælkomin upp í skrúðgonguna!   

 

##med2##

 

Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár í uppskrýddu ítróttarhøllunum við einum spennandi tónleikapalli, hoppiborgum, ballónlandi, boingbóltum, pinkuøki, gandakendum djóraheimi, víkingabygd og mangt annað.

 

Silvaland hevur opið festivaldagarnar frá kl. 15 til 19. Skrá kann síggjast á heimasíðuni sf.fo

 

##med3##