Summar Festivalurin fylgir tíðini

Summar Festivalur við nýggjari heimasíðu

Summar Festivalurin hevur fingið nýggja heimasíðu. Tað boða fyriskipararnir frá í tíðindaskrivi til fjølmiðlarnar.

 

Hesi 10 árini, síðani Summar Festivalurin av fyrstan tíð var hildin, er týdningurin av internetinum vaksin nógv. Seinasta dagføringin av heimasíðuni hjá tónleikatiltakinum var fyri fimm árum síðani, men nú er so ein nýggj síða gjørd.

 

Nýggj tøkni og nýggir internetvanar seta heilt onnur krøv til heimasíður í dag enn fyri fimm árum síðani, og hetta hevur Summar Festivalurin havt í huga, nú teir hava gjørt nýggja heimasíðu. Nýggja heimasíðan er løtt at brúka, bæði umvegis teldu, teldil og snildfon.

 

Á heimasíðuni eru allar viðkomandi upplýsingar um Summar Festivalin, tíðindi, umrøða av bólkum, myndir frá øllum undanfarnu festivalum, og videobrot av aktuellum bólkum.

 

Heimasíðan hjá festivalinum er sf.fo