Summar Festivalurin í hamferð

Vinnarin av Sement-kappingini fer at spæla á Summar Festivalinum í august Rockbólkur Hamferð verður at hoyra á Summar Festivalinum í ár. Bólkurin vann herfyri tónleikakappingina Sement, og ein av vinningunum var pláss á Føroya størsta festivali í august.

 

Hamferð spælir sveimandi, myrkan og harðan rocktónleik. Íblásturin fáa teir millum annað frá longum, myrkum vetrum her í Føroyum.

 

- Sjangran, sum vit spæla, kalla vit fyri Doom Metal. Tað er eitt slag av heavy, sum leggur meira dent á seint tempo og eina meira óhugnaliga, ella sorgabundna atmosferu, siga teir í bólkinum.

 

Harvið fær hugnaligi og breiði Summar Festivalurin eisini eitt innslag við hørðum rocktónleiki.