Summar Festivalurin klárur við jólagávuni

Mánadagin verða fyrstu atgongumerkini til Summar Festivalin sett til sølu. Festivalurin næsta ár verður enn størri og betri enn undanfarin ár, siga fyrireikararnir

Summar Festivalur

Mánadagin verða fyrstu atgongumerkini til Summar Festivalin 2007 sett til sølu, men festivalurin kunnger ikki nakran bólk áðrenn jól.
- Vit hava nógv spennandi á veg, og fólk vita jú, at vit klára at skapa ein góðan festival við nógvum góðum tónleiki og góðum umstøðum annars. Vit kunngera tó ikki nakran bólk nú, tí tað hevði næstan verið synd at latið eitt stórt festivalnavn drukna í jólameldrinum, sigur Steintór Rasmussen, ein av fyrireikarunum.
Uttanlands er tað eisini vanligt, at festivalarnir seta fyrstu atgongumerkini til sølu uttan at nakar bólkur er komin á plakatina – tað gera danski Roskilde festialurin og aðrir festivalar í ár.

Útbyggingar og betringar
Summar Festivalurin bjóðar frá mánadegnum og fram til seinasta dagin í hesum árinum fólki at keypa vikuskiftispass fyri 595 krónur. Frá 1. januar 2007 hækkar prísurin.
- Hetta er eitt serligt tilboð til okkara trúfastu gestir, sum vit tíbetur hava nógvar av. Tey, sum longu hava gjørt av, at tey fara á Summar Festivalin næsta summar, kunnu keypa sær atgongumerki fyri hendan serliga prís, sigur Steintór Rasmussen.
Summar Festivalurin setir 1000 atgongumerki til sølu fyri lægsta prísin, og atgongumerkini verða seld á Shell-støðunum kring landið.
- Tað gongur væl við fyrireikignunum til festivalin næsta ár. Vit eru komnir longri, enn vit plaga at verða hesa ársins tíð. Hóast vit ikki avdúka nakran bólk nú, so kunnu vit vissa fólk um, at tað verður ein rimmar festivalur í 2007. Vit fara at gera tøkniligar útbyggingar av palli, ljóði og ljósi, og vit fara eisini at betra um festivalin á annan hátt, sigur Steintór Rasmussen.
Summar Festivalurin hevur verið fyri støðugum vøkstri seinastu trý árini, og fyrireikararnir siga, at teir ætla at liva upp til undanfarnu festivalar.