Summar Festivalurin nýggjan reportara

Komandi tíðina ber til at síggja frísklig innsløg á YouTube rásini hjá Summar Festivalinum.

 

Summar Festivalurin verður hildin í Klaksvík um góðar seks vikur, og komandi tíðina fer YouTube rásin hjá Summar Festivalinum at hita upp til landsins størsta tónleikatiltak.

 

Nýggjur reportari hjá Summar Festivalinum er Sirið Ingemarsdóttir. Hon fer komandi tíðina at práta við tónleikarar og onnur, sum skulu verða við á Summar Festivalinum, og hon hevur bæði yvirraskilsi og avbjóðingar við sær, tá ið hon hittir festivalakutellu fólkini. 

 

Innsløgini, sum Rani Petersen framleiðir, verða at síggja á adressuni: https://www.youtube.com/user/summarfestivalur

 

Sirið Ingemarsdóttir hevði fyrr í dag samrøðu við Grandma's Basement sum skulu spæla á Summar Festivalinum í ár. Tað innslagið ber til at síggja her.