Summar og fótbóltur

Telduposturin

Vaknaði nú eina náttina. Fór upp klokkan tvey; hugdi at tíðindunum hjá Sky News og zappaði so víðari. Fann eina spennandi sending, og var sitandi í slakar tveir tímar. Tørnaði inn aftur klokkan fýra; og fór upp til arbeiðis klokkan hálvgum sjey.

Hvørjum eg hugdi at hesa náttina? Tað skal eg venda aftur til seinni.

Áhugin fyri ítrótti kom tíðliga. Og áhugin hevur fevnt vítt um nógvar ítróttargreinar. Sjálvur havi eg ikki verið tann stóri ítróttarmaðurin, men eg havi roynt nógv spøl.

Fótbólt og hondbólt, róð, flogbólt og badminton og sanniliga eisini cricket; ikki at blanda saman við kroket, sum vit eisini spældu nógv, tá ið eg var smádrongur.

Allar hesar ítróttargreinar hava mín áhuga framvegis umframt aðrar. Men í dag eri eg noyddur at viðganga, at ein ítróttargrein stingur langt fra um allar hinar.

Fótbóltur.

Hví? Tí eg haldi áhiugin er lagdur í meg fra barnsbeini.

Gøtumenn spældu fótbólt á Oyruni tíðliga í tíðini. Summir av teimum gomlu, sum eg minnist fra tí eg var smádrongur, søgdust at hava verið góðir spælarar. Sum 8-10 ára gamal hevði eg ilt við at ímynda mær, at summir av teimum gomlu í bygdini høvdu verið kringir fótbóltsleikarar; ja, so góðir, at tað ferð eftir ferð eydnaðist teimum at vinna á klaksvíkingum og leirvíkingum.

Tá ið tíðini var fótbóltur leiktur aðra tíð á árinum. Tað var leikt tá ið menn vóru heima, so tað var ikki altíð líkindini vóru av teimum bestu.

Fyrsti organiseraði fótbóltur, eg minnist, var í Fuglafirði. Pápi mín sigldi út frá Fuglafirði og eg minnist væl, tá ið eg í fimtiárunum fyrstu ferð var á vøllinum í Fuglafirði. Ein stór uppliving.

Í altjóða fótbólti minnist eg dystirnar í Rom undir OL. Danska landsliðið kláraði seg stak væl. Vit lurtaði eftir danska útvarpinum, og sjálva finaluna minnist eg heilt væl. Danir misbrúktu eitt brotsspark og fingu silvurmerkir. Mamma og eg lurtaðu eftir Gunnar Nu, sum segði frá hesum ótrúliga spennandi dystinum.

Stuttligt at hugsa sær, at mong ár seinni arbeiddi eg í fleiri ár saman við manninum, sum brendi brotssparki. Flemming Nielsen; ein av bestu og mest elegantu leikarum, Danmark hevur átt.

B36-formaðurin og fyrrverandi stórspælarin, Alli Hansen, er giftur við gøtukonu. Hann kom av og á inn á gólvið, og hann tosaði eisini um fótbólt. Tað skapti eisini áhugan. Hann er eisini orsøkin til, at B36 altíð hevur staðið hjarta mínum nær, sjálvt um GÍ eigur innasta plássi.

Men tá ið eg var smádrongur vóru bert fýra stórlið í Føroym. HB, B36, KÍ og TB.

Seinni havi eg havt stór upplivilsi við fótbólti. Havi sæð óteljandi dystir, bæði á høgum og lágum støði. Væntaði at áhugin fór at minka, nú eg eldist eitt sindur, men tvørtur ímóti. Eg havi ongantíð verið so býttur í fótbólti sum júst nú.

Til alla lukku er sjónvarp uppfunnið. Tað hevur givið møguleikan at sæð fótbólt úr øllum heiminum. Fyrstu HM-dystirnar sá eg frá HM-kappingini í Onglandi í 1966. Tá var eg á skúlabarna ferð í Danmark og sá millum annað Norður-Korea loypa hvøkk á fleiri stórtjóðir, og sá eisini portugisisku heimsstjørnuna Eusebio vísa sítt kynstur.

Síðani tá havi eg sæð nógvar dystir. Nógvar, sum onki hava nyttað, men eisini nógvar spennandi og góðar dystir.

Sjálvandi tekur tað tíð at hyggja at dystum í sjónvarpinum, men tíbetur hevur konan hjá mær givið mær frið og av og á seinnu árini eisini hugt at dystum saman við mær.

Nú byrjar tað so aftur. Í kvøld verður EM kappingin í Hollandi/Belgiu sett, og tað hevur so við sær at hvør dagur nú verður tilrættalagdur efitr, nær dystirnir eru.

Ofta havi eg við mær sjálvum roynt at útgreina, hvat tað er, sum ger at eg kenni meg so bundnan at hesum spæli. Hvat er tað, sum fær meg til at standa tveir tímar ein sunnudag og hyggja at einum hálvvánaligum dysti.

Tað er ikki lætt at finna svar, men eitt av tí, sum er júst við fótbólti, er, at so at siga øll kunnu spæla hetta spæl. Sjálvt um tú ikki ert nakar úrmælingur, so kanst tú saktans vera ein av 11. Spælið sjálvt hevur í sær fleri element, sum eru spennandi. Tú hevur á høgum støði tann fína taktikkin, sum verður gjøgnumførdur við spennandi nærdystum, fínum og flottum longum sendingum tvørtur um vøllin, langskot og hørðu kappingina beint framman fyri málið, málmansspælið, sum er eitt sindur uttanfyri, men altíð er serliga spennandi at fylgja.

Eg veit væl, at teir klóku eisini leggja nógv annað í hetta spæl.

Sosial aspekt, sum vísa eina mynd av samfelagnum, ein serlig mannafólkaverð við serligum ritualum og so framvegis. Sjálvt av hesum er sjálvandi rætt, og hevur tú sitið í einum skiftirúmi við 15 monnum, so hevur tú hug at geva teimum klóku rætt. Tað er okkurt serligt.

Sjálvur gleði eg meg til í kvøld og til komandi dagarnar at síggja hópin av dystum. Hvørjum eg haldi við?

Nógvum liðum. Danmark stendur sjálvandi ovarlaga saman við Noreg og Svøríki. Ongland og Týskland, men eg eri noyddur at viðganga, at Holland helst er tað land, sum eg haldi við. Teir komu við totalfótbóltinum, teir høvdu Cruyff, van Basten, Gullit og Rijkard, og nú hava teir Kluivert, Overmars og ikki at gloyma Bergkamp.

So skuldi annað heimaliðið - og helst Holland - vunnið kappingina, so er tað OK.

Áh, ja, eg skuldi venda aftur til, hvat tað var eg sá í sjónvarpinum hesa náttina millum tvey og fýra. Tað var EM-finalan 1988 millum Holland og Sovjet. Seinasti stórdysturin hjá Sovjet og minniliga málið hjá van Basten.


Árni Gregersen

Bornholmini.

Samanumtikið er tí mangt sum bendir á, at eitt framhald av verandi skipan hevði verið ein fyrimunur fyri bæði Danmark og Føroyar.


Sjúkradagpengar og vanlukkutrygging

Skipanirnar um hesi øki fara í grundregluni at halda fram óbroyttar.

Tað er kortini ein stórur trupulleiki í verandi skipan, at føroyingar, sum hava arbeitt í Grønlandi, og sum flyta haðani til Danmarkar, (eins og danir ið flyta øvugtan veg), ikki koma undir tryggingarreglarnar í nøkrum av teimum trimum ríkispørtunum.

Tí hava fyrisitingarnar Føroyum og Danmark fyrireikað eina skipan, sum skal tryggja, at viðurskiftini verða skipað so, sum tey eru sambært tí norðurlendska sáttmálanum. Hesin tryggjar, at tað aldri er ivi um, undir hvørjari lóggávu ein persónur er. Her hevði tí verið talan um ein munandi bata í rættarstøðuni.


Forsorgarhjálp

Í grundregluni fer møguleikin fyri at kunna senda føroyingar/danir heim í staðin fyri at veita teimum forsorgarhjálp at verða víðkaður, um farið verður yvir til teir norðurlendsku sáttmálarnar, men hetta fer neyvan at fáa nakran stórvegis týdning í verki. Talan er um sera fá dømi, og danir senda longu undir verandi skipan føroyingar heim, um teir fáa tørv á hjálp beint eftir at teir eru komnir til Danmarkar, uttan so, at teir hava eitthvørt serligt tilknýti til eitt nærsamfelag i Danmark. Mannagongdin er í grundregluni tann sama í Føroyum, burtursæð frá, at fólk sum hava føroyskan uppruna, ikki verða send aftur til Danmarkar, hóast tey bert hava verið stutta tíð í Føroyum.


Boligsikring

Boligsikring í Danmark (at tann, sum leigar íbúð, fær ein part av leiguni afturgoldna frá tí almenna) er er bert treytað av bústaði. Tí vera ongar broytingar á hesum øki.


Familjustyrkur

Verandi skipan hevði hildið fram.

Onnur viðurskifti viðvíkjandi almannaøkinum

Tað kemur fyri, at føroyingar verða sendir til danskar stovnar, bæði við uppvenjing og varandi uppihaldi fyri eyga. Føroyskir myndugleikar rinda longu sum er fullan prís fyri hetta, umframt aðrar útreiðslur, sum standast av tí. Tí verða neyvan nakrar broytingar her, hóast tað bert er í sambandi við endurbúgving og nøkur serlig og sera smá brek-øki, at norðurlendskir sáttmálar eru, sum hava beinleiðis týdning.


Arbeiðsmarknaður

Tað er ein semja millum norðurlond um ein felags norðurlendskan arbeiðsmarknað, har londini hava bundið seg til, at arbeiðstakarar frá øðrum norðurlendskum londum skulu hava somu rættindi og skyldur sum teirra egnu ríkisborgarar uttan so, at hetta ikki ber til orsakað av landsins egnu lóggávu á einum ávísum øki. Slík undantøk kunnu sum útgangsstøði bert vera í sambandi við vinnu á økjum sum krevja serlig loyvisbrøv.

Tí kann eitt norðurland ikki krevja arbeiðs- ella uppihaldsloyvi frá ríkisborgarum úr øðrum norðurlendskum londum, og øll eiga rætt til eitt nú frítíðarløn.

Tað eru kortini øki, har tørvur er á serligum skipanum. Hetta ger seg fyrst og fremst galdandi viðvíkjandi skiparum. Verandi lóggáva í Danmark og í Føroyum setur sum krav, at skiparar eru danskir ríkisborgarar. Hetta er eitt vanligt krav í altjóða høpi, men til ber kortini at gera undantøk.

Eyðsæð er, at tað tænir bæði føroyskum og donskum áhugamálum, at báðir partar gera undantøk á hesum øki. Á fundinum millum stjórnina og landsstýrið tann 2. maj var tí eisini avrátt, at skal takast upp til viðgerðar.


Arbeiðsloysistrygging

Tann trupulleikin, sum verður umrøddur undir ?almannaviðurskifti? (sjúkradagpengar og vanlukkutrygging), ger seg eisini galdandi viðvíkjandi arbeiðsloysistrygging, so tað hevði eisini her verið ein munandi bati í rættarstøðuni, um farið varð yvir til rættindi sum tey, ið eru í teirri norðurlendsku skipanini.

Sáttmálin millum danska Arbeiðsmálaráðið og Føroya Landsstýri um samskiping av arbeiðsloysistrygging virkar í grundregluni á sama hátt sum sáttmálarnir millum onnur norðurlendsk lond, men í verki er tann danski-føroyski sáttmálin meira liðiligur og ikki so bureaukratiskur:

Í norðurlendskum høpi er tað eitt krav, at ein skal hava arbeitt eitt ávíst tíðarskeið í tí landinum, ein er í, áðrenn ein kann tryggjast í hesum landinum. (Í Noregi skal ein t. d. fáa arbeiði innan 12 vikur, og ein skal hava arbeitt í minsta lagi átta vikur og hava forvunnið minst 28.000 kr. fyri at kunna koma við í ta norsku arbeiðsloysskipanina).

Í tí danska-føroyska sáttmálanum er tað soleiðis, at ein beinan vegin kann koma við í tað donsku tryggingina, tá flutt verður úr Føroyum til Danmarkar. Tó skal ein hava eitt prógv um, at ein hevur verið tryggjaður í teirri føroysku skipanini, og at ein í Føroyum hevur arbeitt í minsta lagið 2080 tímar innan tey síðstu trý árini.

Tá flutt verður úr Danmark til Føroya verður einki arbeiðskrav sett.

Tá ein borgari er fluttur úr teirri donsku til ta føroysku skipanina ella øvugt, hevur hann beinan vegin rætt til allar veitingar í arbeiðsloysistryggingini ? eitt nú stuðul til farloyvi. Føroyingar hava kortini ikki rætt at vera við í donskum eftrilønarskipanum.

Harafturat er avtalað, at danskir arbeiðstakarar (hóast høvuðsregluna) kunnu velja at verða verandi tryggjaðir í Danmark meðan teir hava eitt fyribilsstarv í upp til seks mánaðir í Føroyum. (Hetta er serliga viðkomandi fyri serliga og høgt útbúna arbeiðsmegi). Ætlanin er at seta í verk eina líknandi skipan fyri føroyingar, sum hava fyribilsarbeiði í Danmark.

Hendan avtalan virkar á nøktandi hátt, bæði umsitingarliga og í mun til borgararnar.

Eftir donskum ynski skal avtalan skjótt endurskoðast, men ætlanin er ikki at fremja stórvegis broytingar. Málið hjá landsstýrinum er, at javnbjóðis rættindi skulu vera á hesum øki.


Embætismenn

Tað eru einstøk onnur øki, har avmarkingar eru. Eitt nú ber til at seta avmarkingar fyri, hvør kann gerast høgur embætismaður og ráðharri í stjórnini.

Hetta er vanligt undantak í millumtjóða sáttmálum um javnstøðu.