Summar og sól í Gøtu

Sum so mangan áður, er tað sól og summar í Gøtu, nú ársins G! Festivalurin bjóðar til seinna festivaldag. Sólin skínur, og fólk hugna sær eftir øllum at døma óført við sauna, livandi bókasavni og ikki minst á tjaldingarøkinum.

 

Eftir øllum at døma hava fleiri leitað sær til Gøtu henda seinna dagin av festivalin, og við góð veðrinum vænta fyrireikarar, at enn fleiri føroyingar velja G! hetta vikuskiftið.

 

Á tónleikaøkinum er nógv eftir at frætta

frá Gøtusandi, og skráin kann síggjast á heimasíðuni hjá G! Festivalinum www.gfestival.fo

 

Rás2 sendir beinleiðis frá G! Festivalinum fram til kl.21.00 og portalurin og planet fylgja gongdini við myndum, kykmyndum og frásøgnum av ymsum slag.