Eg hevði ætlanir um at fáa eitt stutt prát við Guðrun Sólju eftir at hon hevði verið á palli, men tað var ógjørligt. Aftan fyri stóra pallin vóru gyrðingar og við endan av eini gongd stóð ein vøruvognur, sum tipti fyri so eingin slapp inn aftanfyri.
Fleiri royndu at rópa inn um gyrðingina, men neyvan hjálpti. Og tað vóru mong, sum vildu hava eina undirskrift frá Guðrun Sólju, men eg veit ikki, um tað eydnaðist teimum seinni.
Open by Night í Hjørring fríggjadagin tann 8. august var nakað serligt fyri okkum føroyingar her í Vendsyssel, tí Guðrun Sólja skuldi syngja, men eg skilti, at føroyingar vóru eisini komnir aðrastaðni frá at hoyra hana.
Og ikki bara føroyingum dáma Guðrun Sólju, tað skiltist á øllum brøgdum, tá hon kom á pallin og fór at syngja teir vælkendu sangirnar frá kappingini Stjerne for en aften, sum hon vann.
Guðrun Sólja sang eisini aðrar sangir, eitt nú Imagine hjá John Lennon, og eg má siga at hesin sangur fekk líkasum nýggjan íblástur og nýggjan búna, tá Guðrun Sólja framførdi hann við síni yndisligu og stóru rødd.
Keld Heick, sum bæði sang og var konfrencier, málbar seg soleiðis, at Guðrun Sólja (danir nevna hana bara Guðrun) hevði líka stórbæra rødd sum tann vakra og stórbæra føroyska náttúran, og spurdi so yvir alla mannamúgvuna: Har I været der?
Se&Hør
Tað er Se&Hør, sum stendur fyri Summar Rokkinum í ár, og av tí at eg ikki fekk orð á Guðrun Sólju veit eg ikki, hvussu víða tey hava verið við hesum tiltaki.
Onnur nøvn í Hjørring í ár vóru vælkendi Peter Belli, Keld og Hilda Heick, Niemeyer, Søs Fenger og Guðrun Sólja.
Men sjálvt tiltakið Open by Night umfataði mangt annað, eitt nú fleiri kappingar av ymiskum slagi, og so høvdu allir handlarnir í miðbýnum sera góð tilboð.
Veðri siga vit einki um á hesum sinni, tí júst sum eg skrivi hesar reglur eru vit miðskeiðis í eini hitabylgju her í Danmark.