Endiliga tykist veðrið at vera við fyriskiparunum av Summarfestivalinum. Næstan ikki síðan fyrsta Summarfestival afturi í 2004 hevur veðrið verið so gott, sum tað hevur verið í dag.
Hóast eitt sindur kølið, so hevur sólin skinið oman og niðan í Klaksvík allan dag.
Veðurforsøgnirnar siga frá allarfagrasta veðri restina av kvøldinum og náttina við. Líka kl. 3 í nátt verða tað nakrir fáir dropar. So at siga eingin vindur hevur verið, men hann er norðan, so lítla lotið, sum hóast alt hevur verið, følist eitt sindur kalt.
Í morgin sigur hann frá nærum eins góðum veðri - til gleði fyri teir mongu túsund festivalgestirnar í Klaksvík hetta vikuskifti.