Nógvir túsund danir, norðmenn og sviar eru rýmdir av landinum teir seinastu dagarnar suður í heitari lond at halda summarfrí. Í hesum londunum hevur hitin ligið ímillum 15 og 20 stig higartil í summar, og harafturat hevur tað regnað meiri enn vanligt. Í Svøríki eru summar áir farnar upp um áarbakkarnar, og har vesturi í landinum druknaðu tvey fólk.
Men tað er ikki bara á okkara leiðum, at fólk kæra seg um summarið. Í Bretlandi hava bjargingarlið havt úr at gera aftan á nógvan vind og nógv regn, og tað sama er í Fraklandi. Í Týsklandi kavaði fyri nøkrum døgum síðani. Har suðuri í landinum máldu tey seks kuldastig, og so kalt hevur tað ikki verið har fyrr hesa ársins tíð.
Í Rumenia er øvugt. Har eru meiri enn 20 fólk deyð av ov nógvum hita, og tann sama hitabylgjan hevur eisini gjørt um seg í Grikkalandi og Makedonia. Í Portugal hevur hitin elvt til fleiri skógareldar har suðuri í landinum.
Eisini aðrastaðni
Tað er heldur ikki bara í Evropa, at veðrið hevur verið ólagaligt í seinastuni. Í fleiri londum í Suðuramerika hevur kuldi kravt fleiri mannalív. Í Argentina frysti ellivu stig seinasta vikuskiftið, og minst seks fólk doyðu í kuldanum. Í Peru hevur verið rætiligt kavarok, og fleiri fólk eru vorðin heimleys. Í Paraguay noyddust myndugleikarnir at lata skúlarnar aftur, tí veðrið var so ringt.
Í India og Bangladesh flýggja fólk undan vatnflóð. Hesa tíðina á árinum ger monsunregnið um seg á hesum leiðunum, men avfallið í ár er tað mesta í tíggju ár, skrivar Reuters. Í Bangladesh eru tríggjar milliónir avbyrgd av tí nógva vatninum, og fleiri fólk eru deyð.