Handil
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Nógv fólk nýttu høvi til at støkka inn á gólvið hendan kalda leygarmorgun. Millum allar blómurnar varð bjóðað heitt kaffi saman við smákøkum, og allar vørurnar vóru niðursettar í samband við, at handilin fyri fyrstu ferð lat upp í hesum hølum.
Nógv fólk
Ætlanin var, at handilin skuldi lata upp klokkan 09.30, men longu áðrenn klokkan 09.00 stóðu fólk uttanfyri.
Tá vit komu inn á gólvið um afturlatingartíð, var framvegis fult av fólki, so nógv hevur óivað verið at gjørt.
- Her hevur verið fólk allatíðina, og tað eru vit sjálvandi sera fegin um, sigur Karina Joensen, sum eigur og rekur Summardáina.
- Vit hava verið fleri fólk til arbeiðis allan morgun, og sum tú sært, er handilin næstan tømdur fyri vøru. So hetta er fínasta slag.
Væl nøgd
Summardáin hevur í fleiri ár hildið til á Gerðagøtu, har tey hava leigað seg inn í eini høli. Hesi høli skulu í dag nýtast til skrivstovuvirksemi.
- Vit frættu um, at kioskin hjá Meinhard skuldi lata aftur, og hildu vit hetta verða ein góðan møguleika til at fáa eini enn betri høli.
Vit liggja betri fyri á Nólsoyar Pálls gøtu, sum er høvuðsgøtan í Klaksvík, og av tí sama gongur eisini nógv fólk framvið handlinum nú. Hølini sjálv minna um tey gomlu, so vit eru heilt væl nøgd, siga tey úr handlinum.
Nógv rok
Tað er Karina Joensen, sum eigur og rekur Summardáina. Hon varð útlærd í 1997, og hevur átt handilin í góð tvey ár.
Tann farna vikan er gingin við at fáa alt upp á pláss í teim nýggju hølunum, samstundis sum handilin eisini hevur havt opið í gomlu hølunum.
- Vit hava fyrireikað okkum til flytingina í góðar 3 vikur, men ikki fyrr enn fríggjadagin fóru vit ordiliga í gongd. Tíanbetur hava vit fingið hjálp frá vinum og kenningum, so alt hevur hóast alt gingið uppá stás, sigur Karina at enda.