? Hetta er tann árliga summarframsýningin, sum letur upp í kvøld, greiðir Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum frá tá vit fingu orðið á hana fyrrapartin fríggjadagin.
? Av røttum, so átti hon ikki at latið upp fyrr enn leygardagin, men av tí, at tað er mentanarnátt, hildu vit, at tað fór at vera stuttligt at lata framsýningina upp í kvøld.
Helga greiðir frá, at framsýningin er ógvuliga væl umtókt millum ferðafólk, og á henda hátt fáa tey eisini sæð eitt sindur av nýføroyskari list.
Astri Luihn og Kári Svensson hava verið við til at leggja framsýningina til rættis, sum skuldi lata upp í gjárkvøldið klokkan 22. Tey bæði siga, at tað liggur væl fyri at lata eina framsýning so seint upp, tí ongin tímur inn at hyggja eftir list seinnapartar, tí tá er veðrið so gott. Tá vilja tey heldur vera úti í sólini og hugna sær, men tá latið verður upp so seint er tað upplagt at nógv fólk kemur á gátt.
? Tað tekur eitt heilt ár fyrireika eina slíka framsýning, so ein kann væl siga, at tá henda summarframsýningin er liðug, verður byrjað beinanvegin at fyrireika tað næstu, greiða Helga, Kári og Astri frá.
Framsýningin fevnir um alt Norðurlandahúsið. Listaverk hanga uppi í Klingruni, konsertsalinum og á steingólvinum í forhøllini. Hetta er annað árið, at fleiri listarfólk eru við á summarframsýningini. Í ár eru listafólkini: Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Astri Luihn, Anker Mortensen, Sigrun G. Niclasen, Hans Pauli Olsen, Eyðun av Reyni og Kári Svensson.
Til hesa framsýningina er eisini givin út ein bók, har møguleiki er at lesa um tey ymsu listarfólkini, og listarverk hjá teimum eru at síggja. Tað er Vasti í Klaksvík, sum hevur gjørt bókina.