Í Vágs kommunu eru tey sera fegin um góðu undirtøkuna, sum tiltakið hevur fingið, og higartil eru 26 børn tilmeldaði Summardagarnar í Vági, sum verður eitt øðrvísi frítíðartilboð.

Eitt øðrvísi frítíðartilboð í Vági

Í døgunum 26. juni til 7. juli verða Summardagar í Vági. Hetta verður eitt øðrvísi frítíðartilboð, sum Vágs kommuna skipar fyri.

Í Vágs kommunu eru tey sera fegin um góðu undirtøkuna, sum tiltakið hevur fingið, og higartil eru 26 børn tilmeldaði Summardagarnar í Vági, sum verður eitt øðrvísi frítíðartilboð.

Vágs kommuna vendi sær seint í januar til foreldur at børnum í 1. til 4. flokki í kommununi.

 

- Endamálið var at kanna, um tørvur er á einum skipaðum dagtilboði til børnini, eftir at summarfrítíðin hjá skúlanum er byrjað, og har foreldrini møguliga ikki enn hava fingið frí frá arbeiðsplássunum.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at afturmeldingarnar, tey hava fingið frá foreldrunum, vísa, at tørvur er á einum skipaðum dagtilboði – serliga tær fyrstu tvær vikurnar eftir, at skúlin er farin í summarfrí.

 

Vágs kommuna hevur tí gjørt av at skipa fyri summardøgum – ella einum summartilboði til børn – í tvær vikur.

 

- Talan verður um eitt øðrvísi, stuttligt dagtilboð – fult við upplivingum, læring og samhaldi í nærumhvørvinum í Vági og kring um í Suðuroynni. Dentur er lagdur á, at øll kunnu verða við.

 

Summardagarnir verða skipaðir av Siri Hovsgarð og Rakul Dahl, sum starvast í Frítíðarskúlanum.

 

Longu nú kann Vágs kommuna avdúka, at summardagarnir fara at snúgva seg um hetta:

 

Evnisdag í FabLab, vatndagar í Páls Høll, eitt ironman special edition, fjallatúrar, Snorri Patursson, kostfrøðingur, lærir børnini at matgera lokalar rávørur, Janus Dam Guttesen kemur at hava eitt tekniskeið, og børnini sleppa eisini at royna kajakkirnar hjá Suðuroyar Kajakk.

 

Í Vágs kommunu eru tey sera fegin um góðu undirtøkuna, sum tiltakið - Summardagar - hevur fingið, og higartil eru 26 børn tilmeldaði Summardagarnar í Vági.

 

 

Í Vágs kommunu eru tey sera fegin um góðu undirtøkuna, sum tiltakið hevur fingið, og higartil eru 26 børn tilmeldaði Summardagarnar í Vági, sum verður eitt øðrvísi frítíðartilboð.