Summarferian avlýst

Seinastu árini hevur verið vanligt, at fiskavirkini lata aftur í summarfrítíðini. Men nú hava fleiri av virkjunum boðað frá, at tey ikki ætla í summarfrí í ár

Agnar Jensen, samskipari í Ráfiskakeyparafelagnum, sigur, at verkfallið helst er orsøkin til, at virkini ikki lata aftur í ár.
- Vit hava ikki fingið fráboðan frá øllum virkjunum enn, hóast vit hava rykt eftir svarið, sigur hann.
Seinastu 2-3 árini hevur Vinnuhúsið skrásett, nær tey ymisku fiskavirkini, sum plaga at leggja stilt 1-3 vikur um summarið, fara í summarfrí.
Men hyggja vit á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum í dag, síggja vit, at enn hava ikki øll virkini tikið støðu til, hvørt tey skulu fara í summarfrí ella ikki.
Ein spurningur hjá virkjunum er eisini rávøran, sum jú kemur frá skipunum, ið fiska. Hesi nýta vanliga summarfrítíðina til umvælingar.
Á Kósavirkinum í Klaksvík siga tey, at nøkur skip, sum hava fiskidagar eftir, hava givið lyfti um at fiska til virkini í summarfrítíðini.
 
Ikki ráð at halda frí
 
- Tað er ikki skilagott at hava virkið stongt í tveir mánaðar av árinum; tí sendu vit seðlar út til arbeiðsfólkið, so tey, ið ynsktu at arbeiða í summar, kundu tekna seg til, sigur Egil Johansen, innkeyps- og sølustjóri á Kósini.
Hann sigur, at virkið kemur tó ikki at koyra við fullari megi, men fleiri av arbeiðsfólkunum hava teknað seg til at arbeiða í summar.
Tey fingu eina óynskta feriu undir verkfallinum og hava helst ikki ráð at halda frí nú, verður sagt.
Drúgva verkfallið gjørdi, at fleiri virkir mistu bíleggingar og álit millum sínar viðskiftafólk, siga virkisleiðarar við Sosialin.
Eftir hvat vit skilja, eru bæði virkir og arbeiðsfólk illa fyri av verkfallinum og royna nú at vinna nakað av tí innaftur, sum tey mistu undir arbeiðssteðginum.