Tað var rættiligt lív í kring Kelduna í Skálafirði seinnapartin mikudagin, tá dagstovnurin, sum seinnu árini hevur hildið til har, hevði sína avskeðsfest, nú summarfrítíðin stundar til, og nýggju dagstovnarnir á Skála og í Søldarfirði verða handaðir Runavíkar kommunu fyrst í juli mánaði.
Tá summarfrítíðin er liðug, lata báðir dagstovnarnir upp, og tá verður ikki brúk meiri fyri Kelduni í Skálafirði, sum hevur verið karmur um eina fyribilsloysn seinnu árini.
Í Skálafirði hava verið umleið 40 børn og 16 starvsfólk.
Tey, sum hava starvast har, halda, at hetta hevur verið ein góð fyribilsloysn, men nú nýggju stovnarnir eru um at verða lidnir til nýtslu, gleða tey seg nógv til nýggju umstøðurnar, sum eru bygdar til endamálið.
Børn og hugni
Eini 100 fólk, foreldur og børn, vóru savnaði í Skálafirði hendan seinnapart.
Í fyrsta lagi vóru hetta børn og foreldur at børnum, sum hava gingið á dagstovninum, og síðan vóru eisini systkin við.
Saman hugnaðu øll sær við ymiskum tiltøkum, stuttligum spølum og ymiskum grillmati.
Børnini sluppu at kastar bóltar og knúsa gløs og koppar, og tey sluppu at kasta rennvátar, stórar svampar eftir eitt nú pápum sínum, sum settu høvdið út ígjøgnum eitt hol í einari byggiplátu. Eisini var lítil fiskibrunnar børnini at fiska í.