Longu nú eru fleiri fólk savnað í miðbýnum í Klaksvík, har Summarfestivalurin skjótt fer at byrja. Køirnar eru rímiliga langar framman fyri basunum, har man kann fáa armband, og tað legst einans fólk aftrat.
Æruna at opna ársins Summarfestival átti Lindi Gardar, ein lokal songrødd, sum eisini er við í bólkinum Grandmas Basement. Men hann er tikin av skránni aftur vegna forkølilsi. Í staðin fyri er tað klaksvíksdaman, Herborg Hansen, sum skal opna festivalin kl. 19.30.
Longu í kvøld fer ársins høvuðsnavn á pall, Mika. Dugnaligi sangarin úr Onglandi fer á pall kl. 22.30, og tá kann man - uttan at siga ov nógv - vænta eitt ordans popbrak.
Veðrið er gott, so tað verður líkt til, at fólk fara at fáa ein góðan dag í Klaksvík, nú Summarfestivalurin byrjar um lítlan hálvan tíma.