Summarfimleikur á skránna

Ásannandi at fleiri ikki gera annan ítrótt um summarið og eisini halda summarsteðgin vera alt ov langan, hevur Fimleikafelagið Ljósið sett sær fyri at bjóða fram summarfimleik til teirra, ið eru áhugað og fús at flyta seg. Fyri kappingarlið er tað als ikki nøktandi at hava so langan steðg, tí at kalla alt, ið er vorðið bygt undanfarna vetur, er vekk, og so kann ein bara byrja á berum ístaðin fyri at byggja víðari á hellubotn, ið mátti veri ólíka hugaligari.
Tey, ið ætla sær at gera fimleik á kappingarliði komandi vetur, skulu til úttøkuroynd síðst í august, men tað er upplagt, at ein, ið hevur íðkað eitt sindur, skuldi havt betri møguleikar at sloppið á lið enn ein, ið púrt einki hevur gjørt í fleiri mánaðir.