Summarfrítíðin er av

Tá tekur Víkingur ímóti NSÍ, og alt bendir á, at talan verður um ordans brak.

Umframt at vera lokaluppgerð, so er talan eisini um uppgerð millum tvey av liðunum, sum stríðast um plássini beint undir mest sum einaráðandi HB, og tí hevur eitt gott úrslit í kvøld sera stóran týdning fyri liðini.

Og so er eisini spurningurin, um hetta verður dysturin, har NSÍ fer at koppa Víkingi. Enn hava runavíkingarnir til góðar at fáa nakað burtur úr uppgerðini móti Víkingi, sum fyri fyrstu ferð tók lut í kappingini í fjør.