Summarfrítíðin er avlýst hjá teimum flestu

Fótbóltur: Fleiri av feløgunum, sum eru við í kappingini um altjóða luttøku komandi ár fara av landinum at venja í summar

Kanska er tað í so nógv avgjørt at siga, at summarfrítíðin er avlýst hjá føroysku fótbóltsspælarunum í ár, tí, um enn tað nú eru fleiri, ið fáa pengar fyri at spæla fótbólt, so er tað framvegis soleiðis hjá teimum flestu, at fótbólturin er eitt frítíðarítriv, og tá teir hava frí frá øðrum skyldum í gerandisdegnum, so eru betri stundir til fótbóltin.

Higartil hevur verið vanligt, at feløgini hava hildið frí frá fótbóltinum í einar tvær vikur, eftir at fyrra hálva er lokin, men í fleiri feløgum er tað ikki soleiðis í ár, og felags fyri fleiri feløg er, at teir gera nógv burturúr fyrireikingunum til seinna part av landskappingini.


Fimm feløg uttanlanda

Okkum kunnugt fara ikki færri enn fimm feløg uttanlanda at fyrireika seg. Tey eru HB, KÍ, NSÍ, GÍ og TB.

HB spælararnir hava fingið frí frá venjing í nakrar dagar, men teir skulu møta aftur í Brøndby 12. juli, og har skulu teir vera á venjingarlegu í átta dagar. Ferðalagið fer so av landinum 11. juli, men nógvir spælarar halda frí niðri í nakrar dagar frammanundan.

? Vit hava búð á gistingarhúsinum har onkra ferðina, tá vit hava tikið lut í Europa Cup, so vit kenna umstøðurnar, og tær eru sera góðar, sigur HB formaðurin, Gunnar Mohr. Komandi mánadag verður greitt, hvørjum HB skal spæla ímóti í Europa Cup. Annar dysturin verður 22. juli, og hin verður ólavsøkudag. Um HB skal spæla á útivølli fyrst, so koma teir ikki heim til Føroya ímillum venjingarleguna og útidystin. Verður fyrri dysturin á heimavølli, so kemur HB ferðalagið aftur 20. juli.



NSÍ og GÍ á sama stað

Tey bæði eysturoyarfeløgini, NSÍ og GÍ, fara bæði á sama stað í Jyllandi at venja, og tey vera har um somu tíð.

? Tað hevur verið ein gularót hjá spælarunum, at felagið bjóðar teimum og familjunum eina ferð til Danmarkar. Talan er um samansetta venjingar- og frítíðarferð. Vit taka okkum av løttum í nakrar dagar, og so fara vit undir aftur venjingina. Annan leygardag flúgva vit niður, og vit skuldu halda til í Tarm í Jyllandi í tíggju dagar. Vit skulu venja nógv, og vit rokna við at spæla tveir ella tríggjar venjingardystir, sigur Trygvi Mortensen frá NSÍ.

GÍ hevur fleiri ferðir skipað fyri venjingar- og frítíðarferðum til Danmarkar, og tað gera teir aftur í ár.

GÍ skal taka lut í Europa Cup fyri steypavinnarar 13. og 27. august, og royndirnar undanfarin ár hava verið, at úrtøkan hevur verið sera stór úr venjingarlegunum.

Gøtumenn hava eisini avtalað onkrar venjingardystir, meðan teir eru í Jyllandi. Undanfarin ár hava teir fleiri ferðir verið í Lemvig, har teir hava verið stak væl nøgdir við umstøðurnar, men hesa ferð bar teimum ikki til at koma hagar, tí har var fult teknað.

Tað hevði verið upplagt, at NSÍ og GÍ spældu venjingardyst móti hvørjum øðrum, men tað kemur neyvan uppá tal, tí feløgini skulu møtast í fyrsta umfarinum í landskappingini eftir summarsteðgin. So kunnu teir spionerað hvønn annan undir venjing og venjingardystum í Danmark.


KÍ hevur ongan vøll

Í gjár fóru teir undir at taka tað, sum er eftir av nógv slitna graslíkisvøllinum í Klaksvík, burtur. Kommunan stendur fyri arbeiðnum, og tað eru týskarar, sum útinna tað. Vøllurin skal vera tøkur aftur 20. juli, men hvussu tað annars fer at ganga, er treytað av veðrinum. Tað skal helst vera turt, tá síðsti parturin av arbeiðnum verður gjørdur.

Tá graslíki varð lagt á vøllin í Klaksvík tíðliga á sumri í 1988, vóru umstøðurnar at venja út av lagi vánaligar. Spælararnir vóru nakrar ferðir í Fuglafirði og vandu, og annars runnu teir í Klaksvík.

Svend Jacobsen, formaður í KÍ, sigur, at teir arbeiða við at fyrireika eina venjingarlegu í Danmark, soleiðis at spælararnir verða sum minst órógvaðir av arbeiðnum, sum nú verður gjørt har norðuri:

? Í sambandi við Europa Cup hava vit tríggjar ferðir hildið til í Haslev á Sjællandi, og tað er hagar, at ætlanin er at fara á venjingarlegu. Tað er ikki heilt greitt enn, men vit rokna við at fara av landinum 14. juli og at vera burtur eina viku.

KÍ formaðurin sigur, at tað vera bara spælararnir í 1. liðshópinum, sum fara avstað saman við venjarum, hjálparfólkum og leiðarum.


TB til Genner

Tvørámenn liggja illa fyri í landskappingini, men teir ætla at fyrireika seg væl til seinnu hálvu:

? Spælararnir hava frí frá venjing hesa vikuna. Teir hava vant fimm ferðir um vikuna, og vit ætla at halda fram við venjingini í komandi viku, sigur Ronnie Midjord, sum er ábyrgdarmaður fyri 1. liðið hjá TB.

Fyri at vera so væl brynjaðir, sum tað ber til, so fer TB til Danmarkar 17. juli. Teir skulu búgva í Genner, sekstan spælarar eru við í ferðalagnum, og í TB vóna teir, at tað fer at bera til at fáa einar tveir venjingardystir.

Hava tit vónir um at sleppa burtur úr botninum?

? Eg haldi, at tey flestu munnu vera samd í, at vit hava betri fólk og eitt betri lið, enn støðan í løtuni bendir á. En av trupulleikunum hjá okkum hevur verið, at vit hava verið skerdir av skaðum og leikbannum. Í níggju dystum hava vit fingið fýra reyð kort, og tað hevur bæði ávirkað hesar dystirnar og teir, sum komu aftaná. Higartil hava vit ongantíð spælt við sama liðnum tvær ferðir upp í slag, men vit hava góðar vónir um, at tað fer at hilnast betri eftir summarsteðgin, sigur Ronnie Midjord.


Europa Cup beinanvegin

VB hevur longu verið uttanlanda, og summarsteðgurin hjá teimum verður undir øllum umstøðum stuttur, tí tað eru bara fýra vikur millum níggjunda og tíggjunda umfar í landskappingini hjá teimum.

B36 fer ikki av landinum fyrrenn teir skulu spæla í Europa Cup. Komandi mánadag verður greitt, hvørjum teir skulu spæla ímóti, og fyrri dysturin verður 22. juli.

Fuglfirðingar hava ein stuttan steðg, áðrenn teir fara undir aftur venjingina, og toftamenn hava eisini frí í tvær vikur. Spælararnir skulu møta aftur á Svangaskarði 14. juli.

Í Sumba hava teir gjørt av at fara niðan á Krossin at røra seg nú fríggjakvøldið, og í komandi viku verður av álvara farið undir fyrireikingarnar til landskappingina, sum verður tikin uppaftur sunnudagin 2. august. Tá sær skráin soleiðis út: B68-Sumba, KÍ-ÍF, VB-TB og GÍ-NSÍ. Sambært skránni skuldu HB og B36 eisini spælt 2. august, men FSF hevur givið teimum loyvi at flyta grannauppgerðina til mánakvøldið 3. august, og tað man ivaleyst fara at vera eitt av síðstu punktunum í ólavsøkuskránni 1998!