Summarhúsøkið við Fornagarð við Gjógv er so smátt farið at líkjast einum býlingi.
Dag og dagliga eru fólk har og smíða.
Ein teirra er Jóan Petur Vang, sum býr á Oyrarbakka. Eigararnir hava longu skipað seg í eigarafelag, og Jóan Petur Vang er formaður í felagnum.
Hann sigur, at tey altíð hava ferðast nógv runt í Føroyum um summarið og hava leigað hús. Nú hevur familjan so valt at fáa sær egið summarhús.
Øll stykkini farin
Áhugin fyri at byggja summarhús við Gjógv er stórur. Av teimum 19 grundstykkjunum eru 18 seld. 19. stykkið er umbiðið.
Húsini mugu í mesta lagi vera 60 fermetrar, men fyri at fáa meira pláss hava fleiri valt at gera loft og kvist, sigur Jóan Petur Vang.
Summi hava valt at hava hitapumpu, hini ætla at hava vanligt oljufýr.
Húsini verða so væl gjørd, at tey kunnu brúkast til at vera í alt árið. Summi byggja við útleigu fyri eyga.
Hann heldur, at tveir triðingar av teimum, sum skulu byggja summarhús við Gjógv, hava okkurt tilknýti til bygdina. Nøkur búgva í Sundalagnm, nøkur í Klaksvík, men nógv tann størsti parturin býr á Havn.
Jóan Petur Vang væntar, at helvtin av húsinum verður liðug í summar Tað hevur ikki gingið so skjótt, sum nógv høvdu ætlað, tí veðrið hevur verið so vánaligt seinastu mánaðirnar.
Eitt sermerkt við býlinginum er garðurin, sum laðaður verður rundan um húsini. Tað arbeiðið ger entreprenørurin TKJ í Hvalvík. Garðurin verður laðaður av stórum og smærri steinum, men ikki hagagrót.
Koyrandi verður ikki inn á økið, og í staðin fyri verður gjørt felags parkeringsøki uttanfyri.
Tó verður ein vegur gjørdur inn til av- og áskipan.
Gøtur skulu gerast millum húsini, og tær fara eigararnir at gera sjálvir.